tosa við sosialráðgeva, løgfrøðing ella sálarfrøðing. Ráðgevingin, ið er fyri allar kvinnur, er ókeypis. Kvinnur, sum seta seg í samband við Kvinnuhúsið, verða ikki skrásettar við navni ella øðrum, sum [...] í húsinum er fyri meginpartin kvinnur, sum arbeiða sjálvbodnar, mest sum vaktir. Í løtuni eru 37 kvinnur aktivar, men ynskiligt hevði verið, at tað vóru fleiri. Kvinnur, sum hava áhuga fyri arbeiðinum í
Ein føst uppgáva hjá politinum um vikuskiftið er at taka ímóti klagum frá fólki, sum gremja seg um gang í grannahúsum. Klagað verður eisini um, at í miðbýnum í Havn fara fólk inn í urtagarðarnar og gera [...] Politiið steðgar mangan síkum bilum, og onkur hevur eisini fingið bót. Náttargangurin er til stóran ampa fyri tey, sum búgva í miðbýnum, fleiri teirra eru eldri fólk.
í Keypmannahavn kunnu gleða seg til 25. oktober. Tí henda dagin verður serligt tiltak, bara fyri teir. Leygarkvøldið 25. oktober verður verður veitsla í Føroyahúsinum fyri suðuroyingar. Og talan er bara [...] fríggjadagin høvdu 30-40 fólk sett seg á veitslulistan. Talan er um fólk, sum hava búð niðri í nógv ár. Tey, sum hava hug at hitta aðrar suðuroyingar í Keypmannahavn, kunnu melda seg til veitsluna í Føroyahúsinum [...] verða norðanífrá. Henda dagin letur Føroyahúsið upp kl. 16. Tá íð fólkið kemur, stendur skeinkjari fyri teimum við durasnapsi. Men klokkan 18 verður farið til borðs. Borðreitt verður við feskari súpan
Føroyum. Felagið er í fyrsta umfari deild av tí danska felagnum. Endamál felagsins er m.a. at virka fyri at bøta um kor-ini hjá fólki við sjúkunum colitis og crohn og at upplýsa um sjúkurnar. Fyrsta tiltakið [...] deildin hevur síðan sína byrjan fingið umleið 140 limir. Øll kunnu gerast limir í felagnum við at tekna seg hjá formanninum Maybritt Magnussen, tlf. 16657.
»Millum mentanir«, ið var send í Sjónvarp Føroya 14. sept. í ár, fæst nú til láns á Landsmiðstøðini fyri undirvísing-aramboð. Í skúlaverkinum er sendingin um Muldi og Svanbjørg Manai væl nýtilig í framhaldsdeild [...] miðnámsskúlunum í lærigreinum sum søgu/samtíð, føroyskum og kristni, tí hon lýsir, hvussu tað er at búseta seg í einum landi við einari heilt aðrari mentan og við aðrari trúgv, og hvussu tað ber til at fáa tvær [...] muslimsku at virka saman. Sum nevnt frammanundan fæst sjónvarpssendingin til láns á Landsmiðstøðini fyri undirvísingaramboð. Føroya Skúlabókagrunnur
Leyganáttina var bardagi uttan fyri Lognbrá í Klaksvík. Hetta var aftaná dansin. Ein ungur maður meldaði ein annan fyri at hava sligið seg við fløsku, og hann noyddist á skaðastovuna. Men tann, sum skuldi [...] skuldi hava sligið við fløskuni, meldaði eisini hin, fyri at hava sparkað seg. Poltiið sigur, at báðir menninir áður hava verið í harðskapi
eingin. Drongurin er skuldsettur fyri eina langa røð av innbrotum og stuldrum, málini eru yvir 100 í tali, og hann hevur samsekar. Hann varð latin leysur, tí politiið heldur seg vera komið undir land við k
FR kortið hevur vundið alt meira upp á seg, og alt fleiri síggja fyrimunir við at sleppa undan at ganga við reiðum peningi uppi á sær, og samstundis altíð at vera gjaldfør. Higartil hevur verið gjørligt [...] Telefonverkið bjóðar nú ein nýggjan gjaldshátt, hin sokallaða FR-terminalin, har kundin í staðin fyri undirskriftina nýtir loynitalið. Fyrimunurin við nýggja gjaldsháttinum er, at avgreiðslutíðin er munandi [...] ikki bert, at avgreiðslutíðin verður munandi stytt, men eisini at nýggja loysnin er munandi bíligari fyri handilin. Hvørja ferð eitt FR-kort verður drigið gjøgnum FR-terminalin, kostar hetta handlinum ein
einasta náta í berginum, hóast besta ætt var. Og tað sama ger seg galdandi úti á. Hann hevur róð út, men tað sæst ikki náti eftir tí, tveitt verður fyri borð, táið kruvt verður. Hinvegin var fitt av ritu og svartbaki [...] sigldu teir framvið einum hópi, sum teir sóu lógu so ússaligir í sjónum at teir vitstu, at tað loysti seg ikki at taka teir. Sjúrður í Steinhúsinum sigur, at tað var skjótt, teir varnaðust, at tað sá onki
Á Pizzaria í Havn fara tey nú at gera føroyska pizza. Sósin verður nakað fyri seg, og viðskerin verður føroyskur. Kappingin á pizzamarknaðin er harnað. Í fyrstani var bara Pizzaria, men so fóru bæði SMS [...] loftinum á Pizzaria. Havnar Dartfelag hevur fleiri kappingar í vestur, og fleiri hava longu meldað seg til at luttaka.