Áki bertholdsen
Sumnbingar lata sera illa at nátatíðini í ár.
Sumbingar plagdu vera ímillum teir allar raskastu at stima eftir nátungum og tað er í fáum bygdum, so nógv verður tikið sum har.
Men í ár lata teir sera illa at.
? Í ár hava ungarnir báði verið nógv færri, og nógv verri í ár, enn vanligt, sigur Sjúrður Vestergaard í Steinhúsinum í Sumba.
Sjálvur er hann komin væl til árs og hann hevur altíð stima eftir nátungum.
Í ár fingu teir ikki meiri enn 500 nátungar til bátin, og tað er minni enn helvtin av tí, teir vanliga fáa.
Teir plagdu at liggja uppí 1500, ungar um árið, so í ár var heilt ringt.
Sjúrður sigur, at tað er ikki bara, at nátungar eru nógv færri, enn vanligt.
Teir eru eisini so nógv verri.
Hann sigur, at tann eina dagin fingu teir 150 nátungar.
35 tveittu teir í havið aftur, tí teir vóru so rak. Og tá ið teir skoldaðu fóru 10 afturat sama veg.
Afturat tí sigldu teir framvið einum hópi, sum teir sóu lógu so ússaligir í sjónum at teir vitstu, at tað loysti seg ikki at taka teir.
Sjúrður í Steinhúsinum sigur, at tað var skjótt, teir varnaðust, at tað sá onki serligt út, tí teir sóu, at tað var lítil reyðáta í tí hann spýði.
Tað er tann besta føðin , og tá ið hann ikki fær tað besta, er standurin hareftir.
Hann sigur at av tí sama hava sumbingar slett ikki stima eftir nátungum í sama mun, sum teir plagdu, tí onki hevur verið at farið eftir.
Hann sigur, at sama skilið hevur verið í berginum.
Teir vóru tríggjar ferðir í vár á Hestinum og fleygaðu, men teir sóu at kalla ikki ein einasta náta í berginum, hóast besta ætt var.
Og tað sama ger seg galdandi úti á.
Hann hevur róð út, men tað sæst ikki náti eftir tí, tveitt verður fyri borð, táið kruvt verður.
Hinvegin var fitt av ritu og svartbaki.
Hann heldur, at tað er ov lítið av átu í sjónum og at nátin er rýmdur út á hav aftaná føðini, tí her fær hann onki at eta.
Sjúrður sigur, at eftir sum hann hevur tosað við fólk aðrastaðni, er støðan líka ring um alt landið.