Sjónvarpssendingin »Millum mentanir«, ið var send í Sjónvarp Føroya 14. sept. í ár, fæst nú til láns á Landsmiðstøðini fyri undirvísing-aramboð.
Í skúlaverkinum er sendingin um Muldi og Svanbjørg Manai væl nýtilig í framhaldsdeild fólkaskúlans og í miðnámsskúlunum í lærigreinum sum søgu/samtíð, føroyskum og kristni, tí hon lýsir, hvussu tað er at búseta seg í einum landi við einari heilt aðrari mentan og við aðrari trúgv, og hvussu tað ber til at fáa tvær so ymiskar mentanir sum ta føroysku og ta tunesisku og tvær so ymiskar trúgvir sum ta kristnu og ta muslimsku at virka saman.
Sum nevnt frammanundan fæst sjónvarpssendingin til láns á Landsmiðstøðini fyri undirvísingaramboð.
Føroya Skúlabókagrunnur