Á Pizzaria í Havn fara tey nú at gera føroyska pizza. Sósin verður nakað fyri seg, og viðskerin verður føroyskur.
Kappingin á pizzamarknaðin er harnað. Í fyrstani var bara Pizzaria, men so fóru bæði SMS og Tórshavnar Sjómansheim at gera pizza, og nú eisini Marco Polo. Pizzaria hevur tikið kappingina upp, hevur lækkað prísin, og ger størri pizzur enn áður. Ætlanin er haraftrat at bjóða betri tænastu viðvíkjandi útkoyring, og at bjóða fleiri rættir.
Havnar Dartfelag hevur nú fingið innivist á loftinum á Pizzaria. Havnar Dartfelag hevur fleiri kappingar í vestur, og fleiri hava longu meldað seg til at luttaka.