Maturin hjá colitis- og crohnsjúklingum

.

Fyrst í juni mánaði í ár varð Colitis-Crohn felagið stovnað í Føroyum. Felagið er í fyrsta umfari deild av tí danska felagnum.

Endamál felagsins er m.a. at virka fyri at bøta um kor-ini hjá fólki við sjúkunum colitis og crohn og at upplýsa um sjúkurnar.

Fyrsta tiltakið í hesum sambandi verður nú leygardagin 27. sept. Tá kemur danski yvirlæknin Olaf Bondevig frá Bispebjerg hospitali at halda fyrilestur um: Hvønn týdning hevur maturin í sambandi við colitis- og crohn sjúkurnar?

Formaðurin í danska Colitis-Crohn felagnum, Hans Thorvald Arvidskov, verður møguliga eisini við á fundinum.

Høvi verður aftan á at seta spurningar.

Øll eru hjartaliga vælkomin til fyrilesturin, sum verður á Føroya Handilsskúla, Marknagilsvegur 177, kl. 14.

Føroyska deildin hevur síðan sína byrjan fingið umleið 140 limir. Øll kunnu gerast limir í felagnum við at tekna seg hjá formanninum Maybritt Magnussen, tlf. 16657.