Latin leysur

.

17 ára gamli havnardrongurin, sum 11. september varð varðhaldsfongslaður í 14 dagar, varð leygardagin latin leysur. Rættarfundur var eingin.

Drongurin er skuldsettur fyri eina langa røð av innbrotum og stuldrum, málini eru yvir 100 í tali, og hann hevur samsekar.

Hann varð latin leysur, tí politiið heldur seg vera komið undir land við kanningararbeiðinum, sum tó heldur fram.

Tað er óvanlig, at ung undir 18 ár verða varðhaldsfongslað, men hetta málið er eisini óvanligt, við tað at stuldrarnir eru so nógvir.