Veitsla fyri suðuroyingar í Keypmannahavn

.

Føroyingar rekast allas­taðni. Eisini suðuroy­ingar. Ikki minst í Keypmannahavn

Og nettupp suðuroy­ingar í Keypmannahavn kunnu gleða seg til 25. oktober. Tí henda dagin verður serligt tiltak, bara fyri teir.

Leygarkvøldið 25. oktober verður verður veitsla í Føroyahúsinum fyri suðuroyingar.

Og talan er bara um suðuroyingar. Tí heldur ikki makarnar sleppa inn eru teir so óhepnir at verða norðanífrá.

Henda dagin letur Føroyahúsið upp kl. 16.

Tá íð fólkið kemur, stendur skeinkjari fyri teimum við durasnapsi.

Men klokkan 18 verð­ur farið til borðs.

Borðreitt verður við feskari súpan og lambakjøti úr Lítlu Dímun. Afturvið fáa tey snaps og øl. Omaná fáa tey kaffi og kakur.

Um kvøldið verður báði føroyskur og enskur dansur.

Tað er pláss fyri 170 fólkum í Føroyahúsinum, men Sigurð Bech, sum er ein av fyrireikarunum, ivast ikki í, at tað verður fullsett.

Tað er ikki lýst við tiltakinum fyrrenn hetta vikuskiftið, men tá vóru tíðindi longu borin munn av munni í danska høvuðsstaðnum, og fríggjadagin høvdu 30-40 fólk sett seg á veitslulistan.

Talan er um fólk, sum hava búð niðri í nógv ár.

Tey, sum hava hug at hitta aðrar suðuroyingar í Keypmannahavn, kunnu melda seg til veitsluna í Føroyahúsinum, tlf.: 31 23 15 87, ella hjá Atlantic - Føroya Ferðum, tlf.: 33 32 75 85.