við síðurnar av, men tað hevði hann ikki. Hann hevði valt meg, og ein vaktur hálaði meg so upp um garðin. Alt gekk so skjótt fyri seg, og knappliga gekk eg á pallinum framman fyri fleiri túsund fólkum við [...] og meiningin var, at eg skuldi syngja við í niðurlagnum. Men eg var so rørd, at eg ikki fekk sungið í fyrsta niðurlagi. Eg kom so nakað á jørðina aftur og megnaði at syngja við teimum í restandi niðurløgunum [...] Í øllum regninum á Vágsbøi leygarkvøldið standa fleiri túsund fólk og lýða á eitt av høvuðsnøvnunum á ársins Summarfestivali, Rasmus Seebach. Millum øll hesi fólkini stendur ein genta úr Vestmanna saman
Torgerð var slóðari á so mongum økjum. Hon sá ikki forðingar, men heldur møguleikar. At hon sum kvinna ofta var í fremstu røð í so mongum vási hevði óivað ofta við sær, at hon var ein, ið fólk skiftu orð um, [...] silvursmíði. Tað var tó lættari sagt enn gjørt, men Torgerð so líkt, so loysti hon eisini henda trupulleika. Tá trupult var at fáa lærupláss, so fór hon undir at gera sína egnu gull- og silvur verksmiðju [...] í mongum Vási, og hendi nakað nærhendis, so var tað oftast tí, at hon hevði ein lut í hesum. Tá sjónvarpið í áttatiárunum skuldi senda undirhaldssendingar, so var m.a. leitað til Vágs, har vágbingar í
hesum skal so leggjast kostnaðurin fyri tilfari. Lærubøkurnar kosta millum 700 og 1.000 krónur fyri hvørja lærugrein, so tá útbúgvingin er komin til høldar, eru umleið 20 túsund krónur goldnar. So hugurin [...] útbúgvingarøkinum teldútbúgvingum viðvíkjandi, men so er ikki. Tí í 1982 tók Føroya Handilsskúli datanomútbúgvingina á skránna, og gongur alt, sum ætlað, so verða nýggir flokkar tiknir inn í heyst eisini [...] nú seta fólk, sum hava bókliga førleikan upp á pláss, skal verða ósagt. Kortini er nakað sum bendir á tað seinna. ? Nú eru tað serliga telduvørar á stovnum, sum taka datanomútbúgvingina. So at siga allir
at bretar eru so veikir í upsanum, at prísurin er so lágur, at føroysk virki verða kappingarfør. Av tí, at bretar gera so lítið burturúr upsanum ber til tíðir yil at fáa fitt av upsa fyri so rímiligan prís [...] skipum, sigur hann. Men afturat tí kemur so farmagjøld o.a. Av tí, at hetta er so nýtt, hevur hann ikki fult yvirlit yvir útreiðslurnar, sum standast av hesum. So akkurátt, hvussu fíggjarliga úrslitið verður [...] við leiðsluni á Kósavikinum birtist so hugskotið at kanna møguleikarnar fyri at keypa fisk á uppboði í Skotlandi og føra hann til Klæaksvíkar at arbeiða. Tað endaði so við, at góð- 52 tons eru keypt og vórðu
Men fyri tað sum alivinnan ikki hevur tað gott longur, so hevur Malena framvegis bøkur-nar at føra, tí sum hon sigur, so longi sum ein fyritøka er, so er bókhald eisini. Flutti undir krígnum Malena greiðir [...] Tað er ikki ov nógv sagt, at Malena hevur røkt tað arbeiðið einsamøll, sum fleiri onnur røkja á einari skrivstovu. ? Eg veit ikki, eg haldi ikki, at tað hevur verið meira enn til eitt fólk, sigur hon tó [...] teldu sínari og bókhaldsskipanini hjá Com-Data, Lundin, situr hon so gott sum hvønn dag og førir bøkurnar hjá fyritøkuni. Hon sigur, at tað so at siga altíð er okkurt at taka í. Hon minnist væl, tá hon fekk
fara vit at bøta um gongubreytir og gonguteigar, so fólk við rørslutarni, koyristólar og barnavognar sleppa betur fram. Bussleiðin skal endurskoðast, so ferðasamband og tænasta gerast betri og orkunýtslan [...] víðari. Tí fara vit at gera tað meira lokkandi at arbeiða á eldraøkinum, so vit fáa fleiri yrkislærd at vera um okkara eldru, so tey trívast, og soleiðis at meira tíð verður til umsorgan og nærveru. Mentan [...] ímóti. Mítt lyfti skal vera, at eg vil røkja starvið sum borgarstjóri næstu 4 árini við eyðmjúkleika, so tignarliga og álitisfult sum eg kann; og við teim evnum eg havi, og teimum møguleikum, sum hægsti
Byrja vit við tíðarhvarvinum, so leggja vit nú eitt skeið afturum okkum, har USA mestsum einsamalt hevur havt valdið í heiminum. Skeiðið hevur verið eyðkent av bardaga móti yvirgangi, og stórur dentur [...] ingin hevur í stóran mun fokuserað uppá óttan. Bush gjørdist óttans forseti og leikluturin tykist, so løgið tað ljóðar, ikki at hava hóvað honum illa. Hetta hevur skapt eitt dapurt huglag í heiminum og [...] enn annað. Hesin politikkur elvdi innlendis í USA til almenna líkasælu við lívskor og vælferð hjá so stórum pørtum av amerikanska samfelagnum, at sjálvt amerikanska meðalstættin kom í vanda og hevur fjøldin
lýsingarorðum sum “viðurkendir”, “heimsgitnir” osfr. So verða hesar sannførandi meiningar borðreiddar, og setur nakar neyðar føroyingur seg uppímóti hesum, so hevur hann bjóðað vísmonnum og kendum granskarum [...] fór til Hans Andrias Sølvara m.a. fyri hansara djørvu skriving. Uttan at tað verður sagt beinleiðis, so man óivað bókin “Orð Guds ella orð um Gud” verða høvuðsorsøkin til heiðurin. Eg fari at loyva mær at [...] granskarum av kring allan heim. Hetta er ein máti at ræða fólk at tiga. Men hvussu sakligur er hesin framferðarháttur? Fyrst er at siga, at tað finst eitt ótal av fólki á statsvirðurkendum lærdum stovnum kring
er í stóran mun um abban og pápan. Teirra lív og umstøður. Og so sjálvandi nakað um tey, sum rundan um teir vóru. Og Jústinus gongur nokk so nær. Fortelur um horarí og ósiðiligt kynslív mestsum yvirhøvur [...] Nevniliga sonin Mortan, faðir at Kaj, sum Jústinus kortini seinni vil prógva, at hann eigur. Hvat skal tað so til? Er tað ikki Kaj, vit vilja lesa um, tá vit ogna okkum bókina? Er hetta ikki eitt sindur av bó [...] soleiðis at koma við eini ævisøgu um ein mann, sum vit mestsum bara fáa nevndan i einum viðfáningi og so kanska noyðast at bíða eitt ár, til vit rættiliga fáa hansara søgu? Ivaleyst kann onkur halda tað.
brádliga brast upp og trý fólk trinu so andbrá inn í salin. Á odda gekk pelsklædd kona, og hon stýrdi beinleiðis móti einum størri málningi. Og áðrenn undirritaða yvirhøvur var komin so mikið langt sum til at [...] greiða fyrimuninum, at myndin, henni dámdi so væl bert kostaði helmingin av, hvat ein mynd hjá Zachariasi í somu stødd hevði kostað, gjørdist henni tað heila so ovboðið, at hon fór. Listasnobbarí Listasnobbarí [...] nógvar serframsýningar bæði her og niðri. Hetta kundi jú týtt upp á eina lutfalsliga viðurkenning. Men so er tað teir ómøguligu ummælararnir. T. d. hevur undirritaða í fleiri ummælum gramt seg um vantandi