Oddagrein· Áramót og tíðarhvarv

Heimur

 

Flestu okkara nýta áramótið til at gera støðuna upp fyri árið, sum fer aftur um bak og til at líta at framtíðarútlitunum. Tað vil so vera við áramót. Men áramótið 2008-2009 er ikki bert eitt ársskifti, sum so mangan, men nógvir altjóða eygleiðarar eru samdir um, at talan er um eitt tíðarhvarv. Eitt søguligt tíðarskeið loysir annað av, og vit standa eftir øllum at døma við eitt streymskifti, sum kann fáa stóran týdning fyri allan heimin.

Byrja vit við tíðarhvarvinum, so leggja vit nú eitt skeið afturum okkum, har USA mestsum einsamalt hevur havt valdið í heiminum. Skeiðið hevur verið eyðkent av bardaga móti yvirgangi, og stórur dentur hevur í okkara parti av heiminum verið lagdur á neokonservativ virði. Bush forseti hevur gjørt politikk til standandi bardaga millum gott og ilt, millum tey góðu og tey óndu. Heimurin hevur verið meira ella minni svart-hvítur. Bush og fylgisneytar defineraðu, hvat ið var av tí góða og hvat ið var av tí ónda. Henda tronga speki hevur hvørki gagnað USA ella heiminum.

 

Bushfyrisitingin hevur í stóran mun fokuserað uppá óttan. Bush gjørdist óttans forseti og leikluturin tykist, so løgið tað ljóðar, ikki at hava hóvað honum illa. Hetta hevur skapt eitt dapurt huglag í heiminum og hesin bardagin millum tað góða, umboðað av USA og tað ónda umboðað av muslimska heiminum, hevur sum kunnugt elvt til ófrið og tvey kríggj, hvørt ræðuligari enn annað. Hesin politikkur elvdi innlendis í USA til almenna líkasælu við lívskor og vælferð hjá so stórum pørtum av amerikanska samfelagnum, at sjálvt amerikanska meðalstættin kom í vanda og hevur fjøldin í Bush skeiðinum upplivað størstu sosialu og búskaparligu afturstigini síðan heimskreppuna, sum leikaði á í trýatiárunum.

 

Heimsmyndin hjá USA og tess sameindu gjørdist í stóran mun ein kollasja av fígginda- og hóttanarmyndum – eitt vánaligt støði fyri millumtjóða áliti, menning og altjóða góðsemju. Tað verði langt frá okkum at bera í bøtuflaka fyri yvirgang og harðskap, men vit hava fleiri ferðir hesi seinastu árini víst á, at bardagin móti yvirgangi verður ikki vunnin við vápnamegi, men við at beina burtur tann órætt, tað fátækdømi og ta kúgan, sum víða um triðja heimin elvir til yvirgang. Vit hava eisini víst á, at hersetingin av Irak hevði sum aðalendamál, at USA skuldi vinna sær ræðið á oljuríkidømi Iraks – allar grundgevingar vóru hjáputur og at hetta tí mátti fáa ein ringan enda og so varð. Her stendur vesturheimurin til at tapa og sami sorgarleikur fer fram í Afghanistan, har vónin um sigur á Taliban miðaldarmyrkrinum viknar fyri hvønn dag. Nú tala amerikanskir herstjórar í álvara um, at NATO skal verða fimti ár í Afghanistan, um sigur skal vinnast!

 

Hetta hvarvið gjørdist eisini framum alt gramleikans og ágirndarinnar tíðarskeið. Bush fyristingin tók burtur alt, sum æt fíggarligt eftirlit og loysti allar marknaðarkreftir úr teymum. Flestøll sameindu USA – eisini vit, tóku til somu vanlukku ráð. Pengagirndin gjørdist aðalmerkið hjá hesum tíðarskeiði og ágirndin breiddi seg sum ein umfarsótt um alt heimsins peningakervi, og tí standa vit, vestur so væl sum eystur, nú upp undir miðju í einum fíggjarligum, búskaparligum og lutvíst politiskum kyksendi.

 

Harðskapur, yvirgangur og valdsnýtsla eyðkendu og eyðkennir gerandisdagin og politisku mentanina: Tjetjenia, Balkan, Georgia, Myanmar, Darfur, DR-Congo, Ruanda, Irak, Afghanistan, Pakistan, London, Madrid, Keypmannahavn, Athen o.m.a. Tann harðskapur, sum vit júst nú í skrivandi stund í ólukkumát síggja leika á í Miðeystri, er kanska ein logisk fylgja av øllum hesum. Tann sterki hevur tikið sær moralska heimild at nýta ótamt vald – tann veiki at nýta ótamdan yvirgang. Eingin vil sýta Ísrael at verja seg, men har frá og so at fara fram við slíkum óspektum og ógvusligum harðskapi, sum nú verður gjørt, er at fara út um alt sømiligt mark. Men eingin letst um vón – alt er jú svart ella hvítt. Altjóða konventiónir um kríggj, mannarættindi og herseting eru býir í Sibiria. Í halga krígnum móti yvirgangi er alt loyvt eisini at gerast eins barbariskur og harðrendur og teir yvirgangskroppar, ið ein sigst vilja niðurberja. Vit hava loksins tikið til tey vanlukku ráð at verja fólkaræðið við ódemokratiskum vápnum. Hetta er ikki vandaleyst – fyri fólkaræðið.

 

Tann 20. januar 2009 verður óttans forseti loystur av og um stýrisvøl tekur nýggjur forseti, ið hevur sett fokus á vón, broyting og bjartskygni. -Yes we can, er herróp Obamas og hesi orð goyma eina heimsmynd og eina politisk heimspeki, sum valla kundi verið fjarari frá tí hatursins og óttans heimsmynd, sum hevur drivið verkið hjá Bush fyristingini. Tað ber til at vinna á óttanum, tað ber til at skapa ein rættvísari heim, tað skal bera til at loysa altjóða trætur og ósemjur við diplomatiskum vápnum heldur við kríggj. Tað ber til, sum skrivað stendur, at gera svørð til plógv. Obama hevur eina heilt aðra heimsmynd enn Bush og tí kann forsetaskiftið veruliga gerast eitt hvarvskifti, ein broyting í altjóða politiska huglagnum, um ein so kann siga. Tískil eru, hóast ófrið og búskaparligan illveðurshimmal, vón og nógvir glottar at hóma í framtíðini. Tað kann væl fara at ganga framá aftur og tí eiga vónin og áræði at vera sterkari enn dapurskygni og uppgávlyndi.

 

Heima

Her heima í Føroyum er neyvan talan um tíðarhvarvskifti. Lagnan hjá CHE samgonguni avdúkaði, hvussu veik politiska skipanin er og hvussu trupult tað er at fremja djúptøknar politiskar og búskaparligar broytingar í landinum. Hóast eina framlítandi og sera viðkomandi stevnuskrá vóru ósemjurnar so stórar, at álit og stabilitetur hvurvu. ABC hevur roynt at endurskapa stabilitetin og ta varisligu menningina, sum eyðkendi fyrra ABC skeiðið, men handalagið og samstarvshugurin hava líkasum ikki verið tey somu. Tað er sum samanhangsmátturin ikki er hin sami longur og samgonguleiðslan tykist ikki megna at sláa útaftur teir mongu kílar, sum ein sera virkin og aggressiv andstøða stútt og støðugt drívur inn í tær mongu politisku rivurnar. Politiska orkan fer til klandur og neisur, har tørvur er á samstarvi og nýhugsan.

 

Hetta er so ikki annað enn væntandi, sum politiska veðurlagið hevur verið eftir valið. Verri er, at ABC enn ikki hevur megnað at koma við einum samlaðum kreppupakka. Samgongan hevur enn ikki megnað at seta upp nøkur greið og realistisk mál við atliti at krepppuni og tí er eingin strategi tøk. Fíggjarlógin fyri 2009 avdúkaði, at samgongan enn ikki hevur megnað at savna seg um ein virknan og visjoneran politikk, sum kann seta mót í fólk og vinnulív og sum kann forða fyri búskaparligari kreppu. Í staðin fyri at nýta fíggjarlógina sum búskaparligt amboð fingu vit bert teir vanligu mekanisku niðurskurðirnar, sum gera meira skaða enn gagn. Vit hugsa her ikki minst um útbúgving, gransking, nýmenning og mentan, ið eru týðandi fortreytir fyri búskaparligari menning í vitanarsamfelagnum. Heldur ikki høvuðsvinnan hevur sæð nógv til ein mennandi og vinnufremjandi politikk, men hann kann kanska koma.

 

ABC má nú vísa, at hon tekur støðuna í álvara. Løgmaður hevur boðað frá einum initiativi, men enn sæst einki til tann neyðuga kreppufyribyrgjandi politikkin annað enn, at vit tíbetur komu undir donsku bankaloysnina. Málið hevur skund og eigur at hava hægstu politisku raðfesting. Tað er als ikki okkara ætlan við hesum at taka mótið frá fólki. Hinvegin er tað okkara skylda sum fræls pressa at lýsa støðuna og tær kenslur, sum mong tykjast hava við áramótið. Í hesum høpi sakna vit tað vónríkidømi, tað bjartskygni og tað áræði, sum ein Obama, ein Brown ella ein Stoltenberg hava víst og sum ger, at fólk ikki missa mótið men heldur bróta upp um armar og fara til verka við treysti og hugflogi at bjarga land og tjóð. Enn er tíð og enn ber til at venda gongdini. Landsins leiðandi politikkarar eiga at ganga á odda og sýna áræði, samstarvsvilja, hugflog og mót. Fólkið er dugnaligt, vælútbúgvið og framúr arbeiðssamt. Kreativitetur blómar, ítrótt, mentan og list blóma hóast trong kor, og vit hava alt at vinna við einum framskygnum virknum og djørvum politikki, har nýhugsan og nýskapan heldur enn grenj og uppgávulyndi eyðkenna verkið.

Sosialurin