Sjónarmið
Símun Absalonsen
Miðlahúsið hevur veitt virðislønir til ársins mann, kvinnu og kjakheiðursløn. Eg ynski vinnarunum tillukku.
Kjakheiðurslønin fór til Hans Andrias Sølvara m.a. fyri hansara djørvu skriving. Uttan at tað verður sagt beinleiðis, so man óivað bókin “Orð Guds ella orð um Gud” verða høvuðsorsøkin til heiðurin. Eg fari at loyva mær at gera nakrar generellar viðmerkingar – serliga til bókina.
Eitt ávíst mynstur sæst í skrivingini hjá HAS. Høvundurin finnur nakrar vísundaligar hetjur sum verða prýddar við sterkum lýsingarorðum sum “viðurkendir”, “heimsgitnir” osfr. So verða hesar sannførandi meiningar borðreiddar, og setur nakar neyðar føroyingur seg uppímóti hesum, so hevur hann bjóðað vísmonnum og kendum granskarum av kring allan heim. Hetta er ein máti at ræða fólk at tiga. Men hvussu sakligur er hesin framferðarháttur?
Fyrst er at siga, at tað finst eitt ótal av fólki á statsvirðurkendum lærdum stovnum kring allan heim sum eru rúkandi ósamd við tær niðurstøður ið HAS í navni av vísundi borðreiðir við. Í roynd og veru hava mong av hesum fólkum nógv størri viðurkenning enn hetjurnar í bókini hjá HAS.
Tá HAS skrivar: “Tað er staðfest”, “breið semja er um”, “tað er viðurkent” osfr, tá setur tann óupplýsti lesarin neyvan spurnartekin við trúvirðið í hesum. Hesi orðafelli eru ein afturvendandi retorikkur í bókini.
Tað er kortini áhugavert at staðfesta, at hóast HAS metir at evangeliini hava rættiliga avmarkað trúvirði, so vil hann kortini viðurkenna ein ella annan kristindóm og gudsfatan. Fyri lesaran er tað tí áhugavert at vita, hvat hesum kristindómur ítøkiliga inniber, t.d. av játtanum osfr. Men her valdar tøgn. Tað ber ikki til at finna útav hvat høvundurin trýr á, men bert hvat hann ikki trýr á.
Trúarorð
Tað kundi tí verið áhugavert at samanborið siðvanda føroyska trúarfatan við trúarfatan HAS. Nýta vit t.d. høvuðsjáttan fólkakirkjunar (tann ápostólska) og samanbera við HAS so fáa vit hesa mynd:
Ápostólska játtanin: Eg trúgvi á Gud Faðir, hin alvalda, skapara himins og jarðar.
HAS: ?
ÁJ: Eg trúgvi á Jesus Krist, Guds einborna son váran harra.
HAS: Jesus var ikki Gud ella Guds sonur í tí týdningi, at hann var føddur av moyggj, men heldur í tí týdningi, at hann við dópinum í Jordanánni varð adopteraður til at vera Guds sonur (s. 115) Jesus hevur mest sannlíkt verið ...ein so karismatiskur persónur, at hann við sínum verumáta og boðskapi hevur fingið tey, sum rundanum hann vóru, til at hugsa um Gud sum ein ítøkiligan veruleika.(s.146)
ÁJ: sum er gitin av Heilagum Anda, borin í heim av Mariu moy
HAS: Søgan um Mariu moy, giting og føðing Jesusar hevur einki við tann søguliga Jesus at gera. Jesus var føddur uttanfyri hjúnarband av Mariu úr Nazaret, og Jósef....var lívfrøðiligi faðir hansara. (s. 97,107)
ÁJ: pínslaður undir Pontiusi Pilatusi, krossfestur deyður og jarðaður, niður farin til Heljar.
HAS: Pilatus kann ikki hava avhoyrt Jesus sum evangeliini siga frá, tí Pilatus skilti ikki móðurmál Jesusar. Innihaldið hevur tí lítið við søgu at gera. (s. 121)
ÁJ: Triðja dagin staðin upp frá deyðum, farin til Himmals, sitandi við høgru hond Guds Faðirs hins alvalda, haðani Hann kemur at døma livandi og deyð.
HAS: Viðv uppreisnini: Talan tykist ikki at vera um nakað, sum eigur at blandast saman við fysiskar hendingar ella søguliga veruleika (s.141)
Á s. 15 sigur HAS annars, at endamálið við bók hansara ikki er at gera upp við átrúnað.
Løgmaður
Landsstýrið hevur júst yvirtikið fólkakirkjuna og eg haldi at løgmaður hevur sýnt gott hegni og handalag í hesi tilgongd. Og kirkjan hevur eisini frá landsstýrinum fingið føgur orð á leiðini. Men tað man tykjast løgið hjá Jóanesi Ejdesgaard fyrst at yvirtaka fólkakirkjuna við ytru karmum og føgrum trúarorðum, og síðani at heiðra ein persón afturfyri at hann hevur skotið trúarinnihald kirkjunar í spønir. Og í kirkjuni er virðingin so stór fyri evangeliinum, at kirkjuliðið reisir seg tá lisið verður úr gomlu bókini. Her hava fríkirkjur kanska okkurt at læra.
Fundamentalistisk rationalisma
Bókin “Orð um Gud” er grundað á viðgongda rationalismu. Sannleikin er avmarkaður til tað ið menniskjað kann hugsa ella ímynda sær. Og hóast høvundurin sigur at talan ikki er um nakað gudfrøðiligt verk, so er ein stórur partur av bókini rein gudfrøði.
Tað er tí tveir Jesusar vit møta í bókini. Tann gudfrøðiligi og tann søguligi. Tann gudfrøðiligi noyðist at boyggja seg fyri tí søguliga, og tann søguligi kann bert góðtakst eftir at hava verið ígjøgnum eitt sáld av víðgongdari rationalismu. Rationalisman tykist annars av hava sæð sína bestu dagar.
Tann rationella spennitroyggjan er sjónlig í bókini. Vit kunnu taka dømi í samband við Jesu føðing og Jesu deyða:
HAS: Tað man eisini vera trupult hjá nýmótans kristnum at ímynda sær, at Jesus var Guds sonur í tí týdningi at hann hevði helvtina av kromosomunum frá Mariu og hina frá Gudi. (s. 159)
Tað ber illa til at ímynda sær, at ein líðandi Jesus á krossinum hevur lisið sálmar fyri áskoðarafjøldini, stutt áðrenn hann doyði. (s. 118)
Eg eri púra samdur við HAS. Tað er trupult at ímynda sær og eg havi hug at fara longur. Tað er ógjørligt at ímynda sær. Men hvør sigur at sannleikin er avmarkaður til tað, ið vit kunnu ímynda okkum. Og júst her liggur kjarnin í Kristni kristologiini. (læran um Kristus)
Kristus er fyrst og fremst eitt loyndarmál (gr. Mysterion) Tað merkir at hetta liggur uttanfyri tað, ið mannavit kann rúma. Tað er tí gleðiligt at HAS staðfestir, at tað er mangt og mikið í samband við “mysterion” ið vit ikki kunnu ímynda okkum.
Kulturradikalisma
Tað er eingin ivi um, at HAS er ein góður fongur hjá ávísum føroyskum mentafólkum. Sum gestarøðari í rithøvundafelagnum seinasta heyst tosaði hann um kjakmentan føroyinga. Sambært samandrátt av hesi røðu í Sosialinum so metti HAS, at kjakmentan føroyinga var í djúpari kreppu vegna støðu kristindómsins her á landi. Seinni í røðuni hevði hann rósandi orð til bretan Richard Dawkins og Sam Harris fyri teirra kjakíkast. Hesir báðir eru annars kendir sum tveir teir mest víðgongdu gudloysingar ið finnast.
Dawkins sigur m.a. at fólk ið trúgva á Gud eru annahvørt býtt ella óupplýst, og at gudstrúgv er eitt virus sum mannaættin hevur fingið sum óhepnan genetiskan arv. Ein av kendastu gudloysingum í eina hálva øld Antony Flew (professari í heimsspeki), gav í 2007 út bókina “There is a God”. At Flew hevur svikið sína gomlu “trúgv” hevur fingið øði í Dawkins, sum metir at Flew kanska er vorðin senilur. Dawkins og hansara líkar verða stundum nevndir nýateistar ella fundamentalistiskir ateistar.
Eg veit ikki um tað eru “tolsemi” Dawkins, ið skulu lyfta kjakmentan føroyinga á hægri støði.
C. S. Lewis og Tolkien
Eru evangeliini íkomin mytologi? Sjálvsagt kann rationalisman ikki koma til aðra niðurstøðu. Tí fyritreytirnar ið rationalisman setur hava frammanundan útihýst innihaldinum í evangeliinum. Tann mæti C. S. Lewis hevði sín rationella trupuleika við uppreisn Jesusar, sum hann í mong ár metti sum myta. Vinmaður hansara Tolkien segði sína einfaldu meining við Lewis: - Menniskjans mytur eru ævintýr, men Guds myta er sannleiki. Og uppreisn Jesusar er Guds myta.
Hesi orð kollveltu lívið hjá C.S. Lewis, sum í dag av mongum er mettur sum størsti kristni trúarverjin í seinastu øld. Neyvan nakar mundi kenna betur munin á mytum og veruleika enn hesir báðir høvundar av “Narnia” og “Lord of the Rings”.
Um evangeliini sigur C. S. Lewis: “And I am prepared to say on that basis if anyone thinks the Gospels are either legends or novels, then that person is simply showing his incompetence as a literary critic. I´ve read a great many novels and I know a fair amount about the legends that grew up among early people, and I know perfectly well the Gospels are not that kind of stuff”
Keldur:
Orð Guds ella orð um Gud H.A. Sølvará
The God Delusion R. Dawkins
Christian Reflections C. S. Lewis










