Størsti dagurin í mínum lívi

15 ára gamla Linda Joensen úr Vestmanna slapp leygarkvøldið nakað, sum flestu gentur á hennara aldri einans kunnu droyma um: At syngja við Rasmus Seebach.
- Hatta var størsti dagurin í mínum lív, sigur Linda, sum er ein stórur fjeppari av danska Rasmus Seebach.

Í øllum regninum á Vágsbøi leygarkvøldið standa fleiri túsund fólk og lýða á eitt av høvuðsnøvnunum á ársins Summarfestivali, Rasmus Seebach. Millum øll hesi fólkini stendur ein genta úr Vestmanna saman við sínum vinkonum og ávikavist skríggjar og syngur við til sang oman á sang hjá hesum unga manni úr Keypmannahavn. Tá konsertin er hálvrunnin, steðgar Seebach á, lítur yvir fjøldini og spyr so:
- Er der nogen, der kender alle mine sange? Det skal være en, som kender dem rigtig godt. Er der nogen?
Millum allar tannáringagenturnar, sum toyggja seg fram og skríggja, er eisini Linda Joensen. Seebach hyggur eitt sindur mitt fyri, eitt sindur til vinstru og síðani til høgru. Tá hyggur hann at Lindu.
- Har du lyst?
Soleiðis byrjar søgan til størsta dagin í lívinum hjá Lindu Joensen úr Vestmanna.

Trúði ikki tí, sum hendi
- Eg trúði tí ikki. Kenslan er óbeskrivilig.
Soleiðis sigur Linda, tá hon verður biðin um at seta orð á, hvussu tað kendist at syngja við Rasmus Seebach.
- Eg væntaði ikki at blíva vald. Har vóru so nógvar aðrar gentur, sum eisini vildu sleppa upp, sigur Linda, sum hevði sett sær fyri, at hon skuldi upp, um Seebach fór at biðja onkran um at koma.
- Í fjør var eg til konsert hjá Seebach, og tá spurdi hann eisini yvir fjøldina, um onkur hevði hug at koma upp á pallin at syngja. Tá tordi eg ikki ordiliga, so eg helt meg aftur, sigur Linda, sum hesa ferð var væl fyrireikað og uppsett upp á at fara upp.
- Mínar vinkonur hjálptu mær sera væl. Tær stóðu allar rundan um meg og róptu og geylaðu ’Linda, Linda’, meðan tær peikaðu á meg, sigur Linda, sum heldur seg skylda vinkonum sínum nógv.

Dugir allar sangirnar
Rasmus Seebach er Lindusa heilt stóra tónleikaidol. Hon eigur fløguna hjá honum, hevur plakat hangandi í kamarinum og dugir allar sangirnar hjá honum uttanat.
- Tað er einki at snakka um. Hann er mín absolut yndlings sangari. Tá eg hoyrdi, at hann kom á Summarfestivalin, skuldi eg bara á festival. Eg keypti so eisini atgongumerki við tað sama. Nú tá eg komi heim, fari eg eisini at keypa mær eina hettutroyggju við Seebach og sjálvandi eisini nýggju fløguna hjá honum í oktober, sigur Linda, sum nýtir hvørt høvi at lesa á netinum og í bløðum um sína donsku stjørnu.

Trúði tí ikki
Tá Rasmus Seebach fór gangandi oman eftir pallinum og hugdi seg umkring, gjørdi Linda alt fyri at skara burturúr.
- Tá hann hugdi mitt í mongdina, byrjaði eg at skrála fyri at fáa uppmerksomheitina. Síðan hugdi hann yvir móti okkum, og tá byrjaði eg at hoppa og skrála lunguni úr mær. So hugdi hann beint eftir mær og spurdi, um eg hevði hug, sigur ein sjónliga stolt og ovurfegin Linda.
- Eg trúði tí ikki. Eg hugsaði, um hann mundi hava valt gentuna við síðurnar av, men tað hevði hann ikki. Hann hevði valt meg, og ein vaktur hálaði meg so upp um garðin. Alt gekk so skjótt fyri seg, og knappliga gekk eg á pallinum framman fyri fleiri túsund fólkum við síðurnar av Rasmus Seebach, sigur Linda.
- Hóast eg hevði vónað upp á hesa løtuna, so bleiv eg eitt sindur nervøs. Á veg niðan á pallin fór eg eisini í sjokk. Eg fekk hvørki hugsa ella tosa, sigur Linda.

Fór at gráta
Sum Linda hugdi yvir bøin, tá hon stóð á pallinum, hoyrdi hon øll skríggini frá teimum mongu túsund fólkunum, sum fyltu Vágsbøin, meðan tey somuleiðis róptu navnið á henni ’Linda, Linda, Linda’.
- Eg føldi meg heldiga, og eg hugsaði, at hini mundu vera eitt sindur øvundsjúk, at tey ikki sluppu framat.
- Tá Rasmus og eg settust við klaverið, og hann fór at spæla, byrjaði eg at gráta. Tað var so stórt, at eg fekk ikki hildið kenslunum aftur, sigur Linda.
Sangurin, sum Rasmus Seebach og Linda sungu saman, var eitt av kendastu løgunum hjá honum, ’Min engel’.
- Hann byrjaði at syngja, og meiningin var, at eg skuldi syngja við í niðurlagnum. Men eg var so rørd, at eg ikki fekk sungið í fyrsta niðurlagi. Eg kom so nakað á jørðina aftur og megnaði at syngja við teimum í restandi niðurløgunum, sigur Linda, sum altíð fer at minnast 6. august 2011, tá hon slapp at syngja við síni størstu stjørnu.

Bíðaðu í trý korter
Linda og hennara vinkonur stóðu fremstar undir konsertini. Men tað hevði sín ”prís”.
- Vit fóru oman á bøin eini trý korter, áðrenn konsertin byrjaði, og vóru vit eisini millum tey fyrstu, sum møttu upp, sigur Linda.
- Tað regnaði sjálvsagt, og tað var kalt og vátt, men tað gjørdi einki. Vit sungu og høvdu tað fínt, so eg hevði væl kunnað bíðað longri, um tað skuldi veri, sigur Linda, sum metir, at tey trý korterini vóru væl givin fyri tað, sum hon fekk afturfyri.
Hóast Linda nú hevur havt sína alt annað líka bestu og størstu konsert, so var hatta ikki síðstu ferð, hon skuldi síggja Rasmus Seebach.
- Næsta ár fari eg aftur á konsert hjá Rasmus Seebach. Hvar, hvat og hvussu finni eg út av seinni, sigur Linda at enda, sum, tá samrøðan varð gjørd, enn ikki hevði fatað, hvat henni hevði verið fyri á Vágsbøi saman við Rasmus Seebach.


Myndatekstur:
- Tað er einki at snakka um. Hann er mín absolut yndlings sangari. Tá eg hoyrdi, at hann kom á Summarfestivalin, skuldi eg bara á festival, sigur Linda