Datanomar ? eftirútbúgving og faklig menning

Í 1982 fór Føroya Handilsskúli undir datanomútbúgvingina. Í fyrsta umfari

vóru tað fólk í vinnuni, sum tóku hesa útbúgving, men nú eru tað serliga telduvørðar á stovnum og fyritøkum. Tørvurin er til staðar enn, og tí heldur útbúgvingin fram, sigur Ragnar Magnussen, stjóri á Føroya Handilsskúla

Seinastu tíðina hava vit skrivað nokkso nógv um nýggjar teldútbúgvingar, ið eru settar á stovn í Føroyum, ella sum ætlanin er at seta á stovn. Tí hevur tað kanska ljóðað, sum hevur tað verið púra øskukalt á útbúgvingarøkinum teldútbúgvingum viðvíkjandi, men so er ikki.

  Tí í 1982 tók Føroya Handilsskúli datanomútbúgvingina á skránna, og gongur alt, sum ætlað, so verða nýggir flokkar tiknir inn í heyst eisini.


Tørvurin var stórur

Tá Handilsskúlin í 1982 fór undir datanomútbúgvingina, var tørvurin á eini slíkari útbúgving rættiliga stórur. Edv-fyritøkan Elektron hevði brúk fyri at geva fólki bókligan førleika, og handilsskúlin var til dystin fús.

  Undirtøkan var góð og næmingarnir komu í høvuðsheitum frá Elektron, ella

frá øðrum teldufyritøkum í býnum

  Soleiðis er kortini ikki longur. Um tað er tí, at øll starvsfólkini hjá teldufyritøkunum, nú eru útbúgvin, ella um tað er tí, at teldufyritøkurnar nú seta fólk, sum hava bókliga førleikan upp á pláss, skal verða ósagt. Kortini er nakað sum bendir á tað seinna.

  ? Nú eru tað serliga telduvørar á stovnum, sum taka datanomútbúgvingina. So at siga allir stórir stovnar hava telduvørar í dag, og hjá teimum er datanomútbúgvingin sera góð eftirútbúgving, sigur Ragnar Magnussen, sum

leggur afturat, at datanomútbúgving er fyri teldufólk tað sama, sum merkonom er fyri skrivstovufólk.

  Ein blanding av eftirútbúgving og dagføring av teimum seinastu broytingunum, sum tað eru so ómetaliga nógvar av í telduheiminum.

  ? Útbúgvingin er altíð dagførd við tí seinasta nýggja. Tak til dømis javaprogrammering, sum ikki øll kenna til, sum starvast við teldum. Tað verður dagført alla tíðina, á øllum økjum, sigur Ragnar.

  Vanligt hevur verið, at bert tveir flokkar hava verið hvørt árið, men í ár hevur skúlin roynt seg við fýra flokkum. Datamatikararnir og datanomarnir hava verið í flokki saman, og tað hevur givið gott úrslit, greiðir Ragnar frá.

  ? Datamatikararnir hava ikki so nógvar praktiskar royndir, og tí hevur tað verið gagnligt fyri teir, at vera í flokki saman við fólki, sum hava praktiskar royndir. Samstundis fáa teir meira at velja í.


Seks modul og

ein høvuðsuppgáva

Tað er sum sagt Handilsskúlin, sum samskipar útbúgvingina, sum er sett saman av modulum. Eini 20 ymisk modul eru at velja í, og fyri at kunna kalla seg datanom, skal ein hava tikið 6 modul, umframt at ein eisini skal hava gjørt eina høvuðsuppgávu.

  ? Næmingarnir velja sjálvir hvørjar lærugreinar tey taka, men vit bjóða bert tvey skeið út um árið. Tí er tað undirtøkan, sum avger, um tað yvirhøvur verður nakað skeið ella einki, greiðir Ragnar frá.

  Hann sigur, at tá næmingarnir skulu til eina próvtøku í hvørjum moduli, og tann próvtøkan skal klárast við einum 6 tali.

  ? Men ætlar næmingurin at fáa sær endaligt prógv, so skal hann gera eina høvuðsuppgávu, sum skal hava eina ávísa stødd. Uppgávan skal síðani dømast og verjast við enn eina próvtøku. Tá tann royndin er staðin, kann næmingurin kalla seg datanom.

  Útbúgvingin er skipað soleiðis, at at undirvíst verður ein hósdag og ein fríggjadag um mánaðin. Undirvíst verður 48 tímar í hvørjari lærugrein, men Ragnar Magnussen, sigur, at størri parturin av arbeiðinum er heimaarbeiði.

  ? Tað er eingin vón at klára seg við bara at ganga í skúla, tí í minsta lagi helvtin av arbeiðinum, skulu næmingarnir gera uttanfyri skúlagátt, sigur Ragnar.


Samstarv við danir

Hóast datanomútbúgvingin er undir Handilsskúlanum, so er tað ikki skúlin, sum letur lærarar til útbúgvingina.

  Flestu lærararnir koma úr Danmark, og tann best kendi er Allan Dresling, sum starvast við lærda háskúlan í Ålborg.

  ? Allan hevur undirvíst her í fleiri ár, men vit hava eisini havt lærarar úr Odense og í fyrstuni brúktu vit lærarar frá edv-skúlanum í Keypmannahavn, greiðir Ragnar frá.

  Annars vísir Ragnar á, at tað eru møguleikar fyri framhaldslestri hjá teimum, sum gerast datanomar. Lærdi háskúlin í Ålborg hevur gjørt eina útbúgving, sum er skipað við sjálvlestri og við undirvísing, og tá hon er liðug, kunnu tey lesandi kalla seg balchelor í datalogi.

  ? Men tað er ikki bara sum at siga tað, at fara undir, og tey eru heldur ikki so mong, sum higartil hava tikið hana. Hon er sera tíðarkrevjandi, og krevur sera nógva sjálvdisiplin, tí so stórur partur er sjálvlestur, greiðir Ragnar frá. Hann leggur afturat, at tríggir føroyingar vórðu lidnir við hesa útbúgvingina um ársskiftið, og teir eru teir fyrstu, sum eru farnir undir hana.


Kostnaður

Tað er sjálvsagt ikki ókeypis at fara undir eina datanomútbúgving. Hvør lærugreinin kostar góðar 2.200 krónur. Tá er kaffi íroknað, tí næmingarnir eru í skúla heilar dagar.

  Afturat hesum skal so leggjast kostnaðurin fyri tilfari. Lærubøkurnar kosta millum 700 og 1.000 krónur fyri hvørja lærugrein, so tá útbúgvingin er komin til høldar, eru umleið 20 túsund krónur goldnar. So hugurin skal vera til staðar.

  Men, sigur Ragnar, tað eru tey fægstu, sum gjalda tað sjálvi, tí í mongum førum er tað arbeiðsplássi, sum vil hava, at tey taka útbúgvingina og í teimum førum eru tað eisini tey, sum gjalda fyri útbúgvingina.

  Og gongur alt, sum skúlaleiðslan vil, so byrjar ein nýggjur flokkur av datanomlesandi til heystar. Í løtuni er skúlin við at kanna og fyrireika, og tá tað er liðugt verður lýst eftir næmingum.


sveinur@sosialurin.fo