Kinna Poulsen
Onkur hevur møguliga undrast yvir hálvkvøddar vísur um listamannin Øssur Mohr og hansara støðu í føroyska listaumhvørvinum. M. a. nevndi Helgi Fossádal, nevndarlimur í Listasavni Føroya, í Degi og Viku, at Øssur Mohr ikki var viðurkendur millum viðurkendu listafólkini her heima. Samstundis lat altso serframsýning upp í Listaskálanum við myndum hjá hesum sama Øssuri Mohr. At hava serframsýning í okkara tjóðlistasavni er eyðvitað tann størsta viðurkenningin, eitt føroyskt listafólk kann fáa í Føroyum, ikki minst tá hon verður knýtt at Listastevnuni. Men hvussu man hetta hanga saman? Er Øssur Mohr viðurkendur ella ikki, og hvørjar eru orsøkirnar til omanfyri lýstu tvørstøðu?
Vantandi sjálvstøði
Hvørt eitt listafólk er viðurkent ella ikki valdast kanska, hvønn tú spyrt. Til dømis hevur Øssur Mohr í fleiri ár verið fastur fúsur bæði á Ólavsøkuframsýningum og á Várframsýningum, eins og hann hevur havt nógvar serframsýningar bæði her og niðri. Hetta kundi jú týtt upp á eina lutfalsliga viðurkenning. Men so er tað teir ómøguligu ummælararnir. T. d. hevur undirritaða í fleiri ummælum gramt seg um vantandi sjálvstøði í verkum Øssurs Mohr, og tað hava aðrir ummælarar eisini gjørt, eitt nú Malan Marnersdóttir. Undirritaða er ei heldur einsamøll um at leggja til merkis, at Øssur Mohr í stóran mun hevur lagt seg eftir at mála sum Zacharias Heinesen, ella í øllum førum soleiðis, sum Zacharias málaði fyrr (frá seinast í 80´unum og gjøgnum 90´ini). Myndevnið er tann av yvirfegnu ummælarunum í Kunstavisen sera vældámda klisjein, bygdin við havið, tey elskuligu litríku húsini í náttúrunar velduga mátti. At tað hevur eydnast Øssuri hampiliga væl at ogna sær stílin, kundi niðanfyrilýsta uppliving týtt uppá.
Typiskt Heinesen
Ein gerandisdag beint áðrenn Ólavsøku einaferð í 90´unum var mær fyri ein døguraðtíma at vera stødd einsamøll í stóra framsýningarsalinum í Listaskálanum. Eg var í nevndini, ið hetta árið skuldi velja út og seta Ólavsøkuframsýningina saman. Hetta er ongantíð nøkur løtt uppgáva, men altíð ein spennandi avbjóðing, serliga tí tú veitst, at hetta er tann føroyska listaframsýningin, ið verður sædd av flestu føroyingum. Eg gekk tískil spent og hugdi at innkomnu verkunum, ið vóru stillaði kring salin, tá hurðin brádliga brast upp og trý fólk trinu so andbrá inn í salin. Á odda gekk pelsklædd kona, og hon stýrdi beinleiðis móti einum størri málningi. Og áðrenn undirritaða yvirhøvur var komin so mikið langt sum til at samla bilsnu høkuna upp aftur, fór pelsakonan við kennarabragdi í holtur við langrøkjuta einatalu um Zacharias Heinesen:
»Ja, det ER jo Zacharias, - et vidunderligt værk. Det er jo et typisk Heinesen-billede, der ligesom indkapsler naturen på Færøerne PRÆCIS sådan som man kender det med regn og tåge og så det der storslåede, som er så svært at sætte ord på... Og farverne! Det er KUN Heinesen, der kan få de farver frem... - De færøske malere er vidunderlige, men Heinesen er jo milevidt foran, ikke sandt?«.
Hetta seinasta var vent til tann fullkomiliga málleysa listafrøðingin, sum nú noyddist at manna seg upp og greiða frá, at tað ikki var Zacharias Heinesen, ið málað hevði myndina, men ein yngri føroyskur listamaður, ið æt Øssur Mohr. Konan var bæði forharmað og fornermað, og tað batti einki, hvussu so eg trávissaði hana um listarligt gløggskygni og ta eyðsýndu líkheitina millum myndirnar hjá teimum báðum listamonnunum. Og tá eg fegin greiddi henni frá tí greiða fyrimuninum, at myndin, henni dámdi so væl bert kostaði helmingin av, hvat ein mynd hjá Zachariasi í somu stødd hevði kostað, gjørdist henni tað heila so ovboðið, at hon fór.
Listasnobbarí
Listasnobbarí er eitt ógvuliga vanligt og lutfalsliga óskaðiligt fyribrigdi, ið fá kunnu siga seg heilt frí fyri. Listasnobbarí trívist eins væl millum føroyingar, sum tað tykist gera niðri og í restini av heiminum, í øllum førum tí partinum, har fólk eiga ov mikið av pengum. Tað skal eitast at vera fínt at hava áhuga og skil fyri list, og tí er best at um ikki annað lata sum um og mutla: »Áhugavert« ella »Hann leitar...« og nikka samvitandi til síðumannin meðan tú granskar listaverkið. Men listaáhugi kann jú í øllum formum føra til listakeyp, og tí er listasnobbaríið góðtikin partur av listaumhvørvinum. Eg skal ikki duga at siga, um omanfyrinevnda kvinna lat sum um, ella um hon veruliga var myndlistaáhugað. Tað er fyri so vítt heldur ikki týdningarmikið. Tilburðurin í Listaskálanum er bert nevndur sum dømi um, at tað ikki bert eru ummælarar, ið síggja líkheit millum myndirnar hjá Øssuri Mohr og Zachariasi Heinesen, og tað snýr seg ikki bert um val av myndevni. Eisini málihátturin hjá Øssuri minnir serstakliga nógv um tann hjá Zachariasi heilt frá undirmálingini í sterkum grundlitum til viðgerðina av myndevninum, ið verður skipað í fýrkantaðar flatar.
Tað eru góð 50 ár síðani, Zacharias fór at framsýna sínar myndir, hann hevði tá gingið á listaakademinum í Íslandi og Keypmannahavn. Sum so mong onnur gjørdi hann sína fyrstu framsýningarroynd í Ólavsøkuframsýningini. Øll hesi árini hevur hann spakuliga arbeitt seg fram til ein egnan impressionistiskan stíl. Hann hevur málað framúrskarandi myndir, har hann hevur megnað at fanga ljósið og vætuna í tí føroyska landslagnum. Í hesum myndunum er tað sum allur myndflatin skyggir og gerst glitrandi. Í myndunum hjá Øssuri tykist tað snúgva seg um júst tað sama, um ljósglottar, og hvussu teir upplivast í tí váta, føroyska veðurlagnum.
Íblástur valdast?
Men hevur Zacharias patent upp á omanfyrinevnda stíl? Er júst hasin mátin at mála bygdina við havið ikki at kalla ein listarligur skúli í Føroyum? Er íblástur ikki fult út legalur? Er Zacharias ikki sjálvur ávirkaður av eitt nú franska listamanninum Paul Cézanne? Stendur eitt listafólk ikki altíð á herðunum á ættarliðunum frammanundan, og hvat við øllum teimum mongu føroysku listafólkunum, ið eru ávirkað av Mikinesi?
Jú, sjálvandi er íblástur góður, men íblástur valdast. Spurningurin er, um vit yvirhøvur kunnu seta originalitetskrav longur til listina, eftir at t. d. amerikanski popplistamaðurin Andy Warhol fór í gongd við at hópframleiða listaverk. Fyri at leggja dent á tað óupprunaliga og hópframleidda árinið við hansara verkum, nevndi hann sína starvsstovu »The Factory«. Tað er nú sera ivingarsamt, at tað er tann vegin, Øssur Mohr ætlar. Í blaðsamrøðu í sambandi við framsýningina í Listaskálanum greiðir Øssur Mohr frá, hvussu føroyska náttúran, serliga vakra náttúran kring heimbygdina Fuglafjørð, hagani hann er, ávirkar hann sum listamann. Øssur Mohr er ivaleyst dámligur maður, hann tykist eyðmjúkur og sigur tað vera stóran heiður at sleppa at sýna fram í Listaskálanum í sambandi við Listastevnu Føroya.
Framsýningarstøðið lækkað
Tað er eisini væl skiljandi, at Øssur Mohr er fegin. Hansara náttúruupplivingar eru so mikið vælumtóktar, at hann fyri 4 árum síðani kundi byrja at mála fulla tíð og eftir bert 4 ár innan professionella myndlist, hanga verkini hjá honum í Listaskálanum. Tað er væl megnað av Øssuri, men ikki av Listaskálanum, sum í løtuni minnir meira um eitt gallarí enn um eitt tjóðlistasavn soleiðis at skilja, at virksemið í størri mun tykist ganga út upp á sølu enn góðsku. Og argumentið »gev fólkinum tað, fólkið vil hava« er yvirhøvur ikki nóg gott til eitt tjóðlistasavn. Ein serframsýning er eyðvitað tað sama sum eitt alment góðskustempul, ið inniber eitt tekin til fólkið um, at verkini hjá viðkomandi listafólki er góðskuvøra. Tí skal eitt tjóðlistasavn leggja seg eftir at sýna fram tað allarbesta. Framsýningarstøðið, sum hevur verið sera høgt í Listasavnið Føroya undir leiðslu Bárður Jákupssons, er munandi lækkað í ár, og tað er at vóna, at orsøkin er at finna í leiðaraskiftinum, og at nýggi listarligi leiðari Listasavnsins, Inge Smærup Sørensen, ið byrjaði 1. august, fer at venda skeivu gongdini.
Framsýningin hjá Øssuri Mohr er opin til 12. september. Upplýsingar um framsýningina eru á www.listastevnan.com og www.oessur.dk









