Tølini eru ræðandi. Ein stórur partur av ungdóminum flytur av landinum, og bara ein brotpartur kemur aftur. Soleiðis hvørva eini 150 fólk árliga úr føroyska samfelagnum. Og hetta eru ung fólk [...] allar flokkar um málið, tí tað krevur breiðar semjur. Bara tað, at um 1.000 hava valt at siga Føroyum farvæl, meðan løgmaður hevur sitið í starvinum, átti at fingið samgonguna at tikið hetta málið [...] hvussu landsstýrissamgongan hugsar sær at fáa fleiri ung fólk at taka part av útbúgving í Føroyum, og hvussu samgongan ætlar at tryggja ungum og eldhugaðum nýútbúnum fólkum neyðugu
aktualitets- og bakgrundstilfar, perspektiviserandi sendingar, smalar tónleikasendingar, ungdómssendingar og mentanarsendingar. Tí nú er útvarpið hjá Kringvarpinum blivið [...] blivið poppradio nummar tvey í Føroyum. Sambært fráboðan í útvarpinum í gjár, skal sendiflatan, sum seinastu tíðina hevur verið gjøgnumsúrgað poppradio – strammast uppaftur meira tann [...] Hetta er okkara almenna kringvarp anno 2013. Hetta er tað, sum føroyingar skulu gjalda 60 milliónir krónur fyri um árið! Í staðin fyri at leggja seg á sendiflatuna hjá eini lítlari privatari
kunnu gera meira fyri at fremja javnstøðu í Føroyum – og nevndin mælir beinleiðis til at fremja kynsrættan í fyrisitingarligum og løgfrøðiligum arbeiði og seta fyribils kvotuskipanir [...] á manglandi javnstøðuna á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum. Og júst hesa grundgeving vísa tey bæði til í uppskotinum – og tí vilja tey broyta javnstøðulógina, so hon eisini verður [...] kunnu vit spyrja. Hví skal javnstøðulógin ikki fevna um vinnuligt virksemi? Er tað tí, at politiski myndugleikin heldur, at so væl spælir klaverið kortini ikki: Gott nokk skulu vit lata
meirilutan, slapp at sita. Men tað er júst tað, sum nú er hent. Tjóðveldi hevur í makrelmálinum kastað saman við restunum av samgonguni, Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum, [...] meiriluta í tingum - eitt dømi er málið hjá Bjørt Samuelsen, Magna Laksáfoss og Kára á Rógvi um at bryggja brennivín og sterkt øl í Føroyum. Hetta er eitt mál, sum helst hevði komið undir »etisku [...] stuðulsflokkurin hjá landsstýrinum, og at hann heldur ikki eitt nú hevur góðkent – ella ikki góðkent, at Johan Dahl skuldi gerast landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Tað er væl skiljandi
lært. Um vikuskiftið fegnaðust vit um, at útvarpsstøð okkara fylti trý ár sum partur av Miðlahúsinum. Tað var við bjørtum vónum, at Sosialurin fór undir at reka útvarpsvirksemi. Ætlanirnar vóru [...] burtur. Kortini kunnu vit staðfesta, at størsta hóttanin móti privatum fjølmiðlavirksemi í Føroyum júst eru okkara fólkavaldu, sum ikki hava dirvi ella hegni til at fáa skipað viðurskiftið [...] Danmark, har nógvar støðir hava tað trupult í hesum døgum. Men tá tey frætta um, hvussu støðan er í Føroyum, og at landsins stýri er størsta hóttanin móti privatum útvarpsstøðum, tá øtast tey. Tey spyrja
føroyingum nú skal brúkast sum kúbein í royndunum at fáa ES at seta handilstiltøk í verk móti Føroyum. Í kjakinum á Deadline hjá Danmarks Radio mánakvøldið millum Sjúrð Skaale, fólkatingsmann, og Esben [...] n, sum er stjóri í danska felagnum hjá uppsjóvarvinnuni, Danmarks Pelagiske Producentorganisation, kom fram, at tað helst er úr Danmark at størsta trýstið kemur, heldur enn úr Skotlandi og [...] tvístøðu: Skal hon mæla ES til at seta revsitiltøk í verk ímóti føroyingum í ríkisfelagsskapinum, ella skal hon seta seg upp ímóti donsku uppsjóvarvinnuni, sum trýstir hart á stjórnina og
góðu intentiónunum, sum verða brúktar sum undanførslur. Tað ljóðar helst sum søtur musikkur hjá mongum, at alt skal verða bíligari og effektivari - men ber tað nú til at effektivisera fólkaræði [...] eisini spurninginum um, hvussu nógv fólk skulu manna tingið. Javnstøðuspurningurin hevur verið nógv frammi seinnu árini, og hann eigur at verða tungtvigandi í hesum kjakinum. Men løgmaður [...] Tað er Bjørn Kalsø úr Sambandsflokkinum, sum er stigtakari til uppskotið, og hann ætlar at fáa fólk úr øðrum flokkum at hjálpa sær. Hann vónar eisini, at hesin hugburður hansara skal seyra
Og meira vit hugsa um tað, so er tað sera løgið, at meginparturin av løgtinginum fer upp á gartera, tá nakrir einstaklingar koma við einum góðum hugskoti um at gera tunnilin undir Tangafirði [...] slík verkætlan nógv spennandi perspektiv í sær, men alfa og omega fyri infrastrukturin í Føroyum er ikki, hvussu skjótt tað skal vera at koma av Toftum til Havnar. Og bara tað, at lokalir tingmenn
øllum almennum høpi, bæði hjá leikum og lærdum. Og tað í fínasta lagi, at tíðindafólkini í útvarpinum og Rás2 nýta sítt egna nátúrliga mál til upplestur har eisini. Men alt skal sjálvandi gerast [...] dialektmunir á málinum, á sama hátt sum vit hava. At gera gjøldur úr hvørjum øðrum, tað duga vit væl í Føroyum. Eisini tá tað kemur til málið. Um vit útihýsa dialektum - og serliga teimum brigdum, sum fá okkara
bankanevndir – og tey risastóru endurgjaldskrøvini, sum verða reist í kjalarvørrinum av húsaganginum hjá Eik Banka. Síðsta summar frásegði sjálvur løgmaður í Sosialinum og øðrum miðlum alla ábyrgd [...] røkir sítt arbeiði ábyrgdarfult. Endmálið við at prenta hendan listan við teimum, sum hava páført landinum 100 milliónir í tapi er ikki at heingja einstaklingar út. Tí ein húsagangur er ikki altíð sjálvgjørdur [...] lumpa og lirka sær pengar, sum áttu at endað í okkara felags kassa, tá eiga fjølmiðlar og fólkið í Føroyum at tala at. Vit krevja so frægt av ábyrgd frá okkara ráðandi fólkum, at tey veita Taks neyðugu amboðini