Tað er Bjørn Kalsø úr Sambandsflokkinum, sum er stigtakari til uppskotið, og hann ætlar at fáa fólk úr øðrum flokkum at hjálpa sær. Hann vónar eisini, at hesin hugburður hansara skal seyra ígjøgnum alla ta almennu skipanina, so vit fáa eina effektivari og bíligari umsiting.
Tað er ikki sørt ørkymlandi, at so nógv uppskot um broytingar í tingskipani verða nærmast tveit fram á tingborð. Fleiri teirra so illa umhugsað og undirbygd, at tú fært ikki teg ikki at trúgva góðu intentiónunum, sum verða brúktar sum undanførslur.
Tað ljóðar helst sum søtur musikkur hjá mongum, at alt skal verða bíligari og effektivari - men ber tað nú til at effektivisera fólkaræði á hendan hátt? Um tað er bíligari og effektivari við 25, so verður tað uppaftur bíligari og effektivari við 15 ella 12 ella 9...
Løgtingið hevur samtykt at endavenda øllum spurninginum um valskipanina, og herundir vælsaktans eisini spurninginum um, hvussu nógv fólk skulu manna tingið. Javnstøðuspurningurin hevur verið nógv frammi seinnu árini, og hann eigur at verða tungtvigandi í hesum kjakinum.
Men løgmaður og formaður Sambandsfloksins bakkar Bjørn Kalsø upp. Hann segði við Sosialin fyrr í summar, at tingmannatalið eigur at verða lækkað til 23! »Álvaratos altso, er tað neyðugt at hava 33 tinglimir at stýra Føroyum«, spurdi løgmaður, sum eisini heldur, at tað er eitt betri uppskot at lækka tingfólkatalið enn at lækka tinglønirnar.
Tá slík uppskot, sum hetta, koma fram, so virkar tað sum um, at onkur vil velja onkran frá. Tað var væl skiljandi, at Gerhard Lognberg, sum útjaðarapolitikari rópar varskó, tí hvussu skal útjaðarin fáa frægari umboðan á henda hátt? Og hvussu við javnstøðuni? Er veruliga nøkur matematisk hugsan aftanfyri, tá tingmannatalið skal skerjast til 25 ella 23?
Vit halda tað ikki verða rætt at broyta hesi viðurskifti í tíð og ótíð - og vit ivast stórliga í, um tað skulu verða tingfólk, sum taka slíkar avgerðir. Í minsta lagi áttu tað at verið tvey løgting við einum vali ímillum, sum tóku slíkar avgerðir.
Latið nú tingskipanina hava frið, meðan hon verður endurskoðað. Um tingfólk meina nakað við tað, at løgtingið skal vera bíligari at reka, so er bara at ganga sum fyrimyndir og repa sínar egnu lønir.