ODDAGREIN: Konkret boð – ikki nevndir

Tað var við stórum áhuga, at vit her á re­dak­tiónini settust at lurta eft­ir røðu løgmans á ólavsøku. Eitt av mál­u­num, sum vit hava roynt at lýst í summ­ar, er stóra fráflytingin, og á hes­um stað fríggjadagin eftir­lýstu vit eitt greitt boð frá løg­manni og samgongu uppá, hvørji til­tøk landsstýrið ætlar at seta í verk nú bei­n­an­vegin til tess at steðga skeivu og vandamiklu gongdini.

Tølini eru ræðandi. Ein stórur part­ur av ungdóminum flytur av land­i­num, og bara ein brotpartur kem­ur aft­ur. So­leið­is hvørva eini 150 fólk árliga úr føroyska sam­fel­ag­num. Og hetta eru ung fólk, sum ann­ars høvdu stovn­að fam­ilju – og so­leið­is kundu økt fólka­tal­ið við teim­um 2,5 børn­u­num, sum før­oysk­ar kvinnur føða í miðal. Bara ein slík­ur árgangur hevði við mið­al­burð­ar­talinum kunna vaksið til 525 fólk eftir nøkrum árum.
Fráflytingin hevur tí ómetaliga stór­an týdn­ing – og hon er grund­ar­lag fyri tí bú­skap­ar­vøkstri, sum løg­mað­ur so javnan tosar um. Men boð­ið hjá løg­manni upp á loysnir er hvørki greitt ella ítøkiligt.
Løg­mað­ur staðfesti, at fólka­talið frá at hava vaksið í nøkur ár er far­ið at minka. Hann staðfesti, at til­flyt­ing­in til Føroya er minkað, meðan frá­flyt­ing­in hevur verið støðug.
Hans­ara boð var, at vit mugu skipa sam­fel­ag­ið soleiðis, at tað er lokk­andi hjá fólki at flyta til landið, og at her skal vera gott at vera hjá familjum við børn­um.
– Til hetta krevst, at vit fáa fleiri spenn­andi ar­beiðs­pláss, nøkt­­andi væl­ferð­ar­tæn­ast­ur, góð­­ar út­búgv­ing­ar­møg­u­leik­ar, um­­framt góð frí­tíð­ar- og ment­an­ar­til­boð. Fyri at røkka hes­­­um mál­­um krev­st bú­skap­ar­vøkst­ur, segði løg­mað­ur.
Hann vísti síð­ani á ym­isk yv­ir­orðn­­að mál – og at hann í næst­um fer at seta ein bólk at útgreina og gera eina heild­­a­r­­ætl­an við átøkum, ið skulu setast í verk fyri at skapa fólka­vøkst­ur – og at hann fer at sam­­ráð­ast við allar flokkar um mál­ið, tí tað krevur breiðar semjur.
Bara tað, at um 1.000 hava valt at siga Før­oy­um far­væl, með­an løgmaður hevur sitið í starvinum, átti at fingið samgonguna at tikið hetta málið í størri álvara enn at tosa í yvirskriftum. Vit kundu hugs­að okk­um at fing­ið eitt boð upp á, hvussu lands­stýr­is­sam­gong­an hugs­ar sær at fáa fleiri ung fólk at taka part av út­búgv­ing í Før­oy­um, og hvussu sam­gong­an ætl­ar at tryggja ung­um og eld­hug­að­um ný­út­bún­um fólk­um neyð­ugu væl­ferð­ar­rætt­indi, sum tú hev­ur í øðr­um londum, tá tú skalt út á ar­beiðs­markn­að­in. Hesi fólk sleppa eitt nú ikki upp í ALS skip­an­ina, og verða tí ver­andi eitt nú í Danmark, meðan tey søkja sær starv.
Tá hava føroyska samfelagið sagt teim­um, at vit hava ikki brúk fyri tær – eins og tá vit senda ungdómin uttanlands at lesa.
Konkret boð uppá, hvat vit skulu gera her og nú, tað hevði verið mun­in fræga­ri enn orða­vavst­ur um at seta bólk­ar og breið­ar semjur.