Og nógv okkara hava hesa kensluna. Síðsta vika var í so máta eitt gott dømi, har avgerðir hjá nøkrum fáum førdu til, at milliardir fóru fyri skeyti - pengar hjá kapitalinum, men so sanniliga eisini pengar hjá Palleba og Marsannu. Og hava vit malið í ring? Vit kunnu hóskandi svara við at spyrja, um vit hava lært nakað av 1992? Nóg nógv hava vit so ikki lært.
Um vikuskiftið fegnaðust vit um, at útvarpsstøð okkara fylti trý ár sum partur av Miðlahúsinum.
Tað var við bjørtum vónum, at Sosialurin fór undir at reka útvarpsvirksemi. Ætlanirnar vóru gamlar - men tá Rás2 var til sølu, so var tað nógv ómakasleysari at keypa eina verandi støð, heldur enn at byggja eina nýggja.
At vit tordu at taka hetta takið var eisini tí, at løgtingið púra greitt segði, at tann mismunur, sum Føroya Løgting og Føroya Landsstýri sýna privatu miðlunum í sambandi við lýsingar, skal burtur.
Kortini kunnu vit staðfesta, at størsta hóttanin móti privatum fjølmiðlavirksemi í Føroyum júst eru okkara fólkavaldu, sum ikki hava dirvi ella hegni til at fáa skipað viðurskiftið á fjølmiðlaøkinum. Kringvarpið undirgrevur lýsingarmarknaðin við at selja lýsingar, samstundis sum stovnurin er ein skattainnkrevji. Við almennum stuðli kappast Kringvarp Føroya móti privatum fjølmiðlum, sum sjálvandi tapa í kappingini, tí vit hava ikki landskassan í rygginum.
Um vikuskiftið hava fólk frá Rás2 verið á stevnu fyri útvarpsstøðir í Danmark, har nógvar støðir hava tað trupult í hesum døgum. Men tá tey frætta um, hvussu støðan er í Føroyum, og at landsins stýri er størsta hóttanin móti privatum útvarpsstøðum, tá øtast tey. Tey spyrja, um politiski myndugleikin veruliga ynskir sær veikar fjølmiðlar.
Tað vóna vit sjálvandi ikki, hóast okkara politikarar so væl og virðiliga liva upp til yvirskriftina hjá Vinnuhúsinum um at mala í ring.
Vit ynskja okkum frælsi at reka frítt fjølmiðlavirksemi, sum ikki skal verða darvað av politiskari uppíblandan, og vit halda eisini, at landið hevur fortjent at frítt alment kringvarp, óheft av vinnuligum áhugamálum. Tað hava vit ikki.
Public Service sáttmálin eigur at koma upp á pláss nú. Um ikki Kringvarpið sleppur kappingini um lýsingarnar, so eiga aðrir miðlar at gerast partur av sáttmálanum og fáa part av kringvarpsskattinum.