tilkomin fólk. Bert fáar ferðir árliga koma kvinnur til hansara, sum vilja hava fosturtøku. Hví verða kvinnur, sum ynskja fosturtøku, ikki longur vístar til psykiatrisku deild, eins og áður? Tað kemst av [...] tað, vóru kommunulæknarnir fyri 20 árum síðan ikki so væl skúlaðir í sálarfrøði, sum vit eru í dag, sigur Kaj Kallsberg. Hann heldur tí, at kommunulæknarnir eru best førir fyri at meta umstøðuna hjá kvinnuni [...] Síðani biði eg kvinnuna fara heim at skriva mær eitt bræv og grundgeva fyri, hví hon vil hava fosturtøku. Hetta geri eg fyri at kvinnan skal verða fullkomiliga sannførd um, hvørt veruliga ynskið er
hevur ongar reglur at halda seg til viðvíkjandi gegni hjá landsstýrisfólki. Her er óneyðugt við reglum. Hyggja vit at teimum reglum, sum eru fyri tingfólk so er upprunin til hesar at finna knapt hálvthundrað [...] um hann fær dóm. Uppstillingin til løgtingið sorterar sum regul fólk frá, ið hava dóm fyri eitt ella annað, ið er mannminkandi í eygunum á vanligum fólki. Avmarkingin fyri tinglimir hevur verið eitt sindur [...] eru ímóti gegnisreglum fyri landsstýrisfólk. Her er upp til løgmann og ongan annan at finna landsstýrismanning, ið hevur eitt umdømi manna millum, sum er sømiligt, so virðingin fyri Føroya Landsstýri úti
lesandi, blaðmaður og tónleikari Men so hvarv speiski láturin til frama fyri hesum neyðars kvinnum, sum vóru farnar longu og leiðina til Noregs at keypa møblar í Ikea. Var ikki sørt bilsin av míni [...] míni Ikea-vitjan fyrr um dagin. Eitt satt slaraffenland fyri møbulentusiastar. Norðan fyri Århus, úti á bølandinum, lá hesin risabygningur við alskyns bíligum vørum. Eg skuldi bara keypa [...] seg í samband við børnini, sum lesa niðri, og fáa tey at keypa Ikea-møblarnar fyri seg? Tí um nakað er bíligt at innflyta til Føroyar, so er tað innbúgv. Men hinvegin, so fáa tey ikki upplivingarnar við
sigur hann. Væl fyri Ein annar spurningur er altíð, hvussu ærnar sjálvar eru fyri at lemba. Fyri Rasmus er eingin ivi um tann spurningin: - Jú, seyðurin er øgiliga væl fyri í ár! Orsøkina til hetta heldur [...] hevur Rasmus leingi havt stóran áhuga fyri seyði. Henda tíðin er sera spennandi hjá teimum, sum eiga seyð, nú lembingin er fyri. Prátið teirra millum snýr seg fyri ein stóran part um, hvussu væl lombini [...] heldur Rasmus vera at gróðurin hevur verið so góður. Pápi hansara er bóndi, og fyri sjálvur at fáa sær størri kunnleika til seyðahald, er hann ein av teimum, sum fáa meiri at vita um hetta á einum skeiði á
fastir leikarar hava manglað. Leikar fyri ymisk lið Nú Christian ikki enn telist millum mennirnir á besta liðnum, hevur hann onnur lið at takast til. Hann leikar fyri U18, Pontins League, og viðhvørt er [...] Christian Restorff Mouritsen fór sum bert 16 ára gamal til Manchester City, har hann fekk ein trý ára sáttmála. Tað hevur gingið javnt framá fyri tann nú 18 ára gamla miðvallaran, sum undir Jógvani Martin [...] skaðar hava fylgt Christian hesi bæði árini, ið hann hevur leikt við Manchester City. Hann er fyri stuttum komin fyri seg eftir ein lúskuskaða, ið setti hann í tómgongd í 4 mánaðir. Men nú gongur framá, og kanska
at alt sum kann gerast fyri at forða fyri arbeiðsloysi, eigur at vera gjørt. Sum øllum kunnugt, so er álvarsamt arbeiðloysi longu nú á ávísum støðum í landinum. Verst stendur til í sunnara parti av Suðuroy [...] tí ikki at vera nakað, sum forðar fyri, at tað almenna við einum sterkum landskassa í bakinum fer inn við arbeiðsloysisfyribyrgjandi tiltøkum í økjum, har vandin fyri vinnuloysi er størstur. Tað er eingin [...] fiski av føroyskum sjóøki er ein meginorsøkin til tað vaksandi vinnuloysið. Tað hevur ljóðað, at nevndin, sum arbeiðir við hesum vandamáli, kemur við áliti til heystar. Hertil er at siga, at hetta er alt
brúk fyri tær, og altíð gavst tú eina hjálpandi hond, til tann, ið trongdi til hana. Tú hevði eygað, sum sá, og eitt hjarta sum gav. Altíð hevur tú verið tín egin; tú hevur ongantíð verið bangin fyri at [...] tínar listarligu eginleikar, sum settu sín dám á tað, sum tú stóð inn fyri. Hesir góðu eginleikar vóru eisini við til, at tú fyri stuttum varð útlærdur sum hárfríðkari við sera góðum úrslitum. Nógvar góðar [...] At tú so brádliga skuldi fara, tykist so órímiligt og óveruligt, tá ið tú átti at havt so nógv ár fyri framman. Tú hevði so nógv í væntu og so nógv meira at geva, men hóast tú bert hevði sett tíni spor
Line. Skipið skal nýtast til sigling til og úr Føroyum. Ein av havnunum, ið nýggja eins og gamla Norrøna fer at vitja, er Hanstholm á vestursíðuni av Jútlandi. Hanstholm hoyrir til Viborg Amt. Bent Hansen [...] Tórshavnar kommunu og aðrar partar av Føroyum. Stóra íløgu Fyri Hanstholm og fyri Viborg Amt hevur Norrøna stóran týdning. ?Vit hava gjørt íløgur fyri 25 millónir í havnina í Hanstholm í sambandi við nýggju [...] umboðum fyri Hanstholm kommune. Á vitjan sínari í Føroyum hevur Bent Hansen verið á fundi við løgmann, Anfinn Kallsberg, Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, Smyril Line og umboðum fyri føroysku
tað ber snøgt sagt ikki til, longri vit bíða, størri verður upptakið. So spyrja vit hvussu tað ber til at ungdómurin ikki hevur størri áhuga fyri politikki, hvør kann hava áhuga fyri áhaldandi ákærum um lygnir [...] lygnir, sum vit eru áskoðarir til dag og dagliga. Hvussu kann andstøðan og føroya fólk taka tykkum fyri fult, tá tit ikki taka hvønn annan fyri fult. Tá vit ikki skilja substansin ella trupuleikan í e [...] sum grenjar, tað kann gott verða. Hevði ynskt at vit kundu brúkt allar tinglimir á tingi, til eitt tak fyri landsins besta, teir skilamenn og skilakvinnur sum enn eru í Samgongu, og sum ikki kenna kallið
slíkur undirsjóvartunnil hevur fyri land og fólk, hvat hann merkir fyri ferðamynsturið osfr. So dagurin í dag hevur heilt vist latið meira upp fyri møguleikanum at gera tunnil til Norðoyggjar heldur tingmaðurin [...] stórum Suðuroyarskipi og heldur útbygt sambandið við tunlum. Til tað sigur hann, at vit mugu vera so mikið realistisk og innsíggja, at fast samband til Suðuroyar neyvan verður veruleiki í okkara tíð. Tí er nýggja [...] neyðugt. Hann heldur tað tó ikki vera veruleikafjart at hugsa um fast samband til Sandoynna, og tað letur so eisini upp fyri møguleikanum, at Suðuroyggin kann fáa eitt annað ferðamynstur enn tað hon hevur