Gegnistrupulleikar

? ? ?

OKKARA siðiligi løgmaður er við at koma í rasshaft av sakini hjá John Petersen. Løgmaður førir fram at hann hevur ongar reglur at halda seg til viðvíkjandi gegni hjá landsstýrisfólki. Her er óneyðugt við reglum. Hyggja vit at teimum reglum, sum eru fyri tingfólk so er upprunin til hesar at finna knapt hálvthundrað ár afturi í tíðini.


TRUPULLEIKIN í tinginum var og hevur altíð verið, nær ein tinglimur skal úr tinginum, um hann fær dóm. Uppstillingin til løgtingið sorterar sum regul fólk frá, ið hava dóm fyri eitt ella annað, ið er mannminkandi í eygunum á vanligum fólki.


Avmarkingin fyri tinglimir hevur verið eitt sindur ymisk gjøgnum árini. Nú er karmurin 4 mánaðir. Reglan hevur okkum vitandi ongantíð haft týdning fyri sitandi tinglim, men hevur helst haft týdning fyri onkra uppstilling í fimtiárunum.


ÁÐRENN nýggja stýrisskipanarlógin kom í gildi blivu landsstýrisfólkini vald av tinginum. Landsstýrisfólk, tá sum nú, nýttust ikki at vera tingfólk. Eftir nýggju skipanini er tað løgmaður, ið setur og loysir úr starvi landsstýrisfólk. Tingið skal bert kunnast. Um tingið er ónøgt kann misálit setast á eitt landsstýrisfólk. Løgmaður hevur sostatt allar føroyingar yvir 18 ár at velja í, tá hann skal seta nýggjan landsstýrismann, 99,9% av hesum hava reina straffiattest.


SO hví løgmaður er so forhippaður í at hava heimild at nýta fólk ið bara hava verið í geglinum minni enn 4 mánaðar er okkum óskiljandi. Landsstýrið er okkara stjórn, okkara umsiting innanlendis og ikki minst okkara andlit út eftir. Løgmaður er okkara stjórnarleiðari og skal út eftir syrgja fyri, at vit verða umboðað so væl og rudduligt sum gjørligt. Hann átti at vita at Føroya fólk - tey 99,9% straffríu - ongan áhuga hava í at verða umboðaði í stóru verð av fólki, ið »bert« hava verið í geglinum 1-2 kanska 3 mánaðir.


VIT hava tað álit á løgmanni at hann skilir hettar. Sostatt eigur hann eisini at skilja at vit eru ímóti gegnisreglum fyri landsstýrisfólk. Her er upp til løgmann og ongan annan at finna landsstýrismanning, ið hevur eitt umdømi manna millum, sum er sømiligt, so virðingin fyri Føroya Landsstýri úti og heima kann koma uppá pláss aftur.