Hvat sigur føroya fólk?

Teir Løgtingslimir sum eru valdir at umboða Føroya fólk hava eina ábyrgd og eina skyldu at arbeiða væl og optimalt, útfrá teirra politisku sannføring, hettar eigur at verða ein æra, og ein gleði á okkara høga tingi.

Løgtingið ella meirilutin á tingi, skipar samgongu, at virka fyri landsins besta, avleiðingar av hesum er, at tað verður valdur ein løgmaður og eitt landstýri, sum skal útinna í verki, tað sum meirilutin og løgtingið sigur.
Havi mist álitið á hesari samgongu, útfrá teirri sannføring at eg ongantíð hevði góðtikið slíkt arbeiðslag og slíkan destruktivitet, ella máta at loyst trupulleikar uppá, hvørki privat, í vinnulívi ella politikki.
Tað er tungt at sita og hyggja at hesum leiki, sum fyrigongur úti í fjølmiðlum, so kann man spyrja um hettar ikki er bert enn ein andstøðupolitikari sum grenjar, tað kann gott verða.
Hevði ynskt at vit kundu brúkt allar tinglimir á tingi, til eitt tak fyri landsins besta, teir skilamenn og skilakvinnur sum enn eru í Samgongu, og sum ikki kenna kallið at rópa upp í fjølmiðlunum hvønn dag, tit mugu steðagað hesum í stundini, hettar hava vit ikki uppiborið, líkamikið hvat alternativið er.
Tit landstýrismenn sum dáma so væl fjølmiðlarnir, vit eru nógv sum eru troytt av at síggja og hoyra tykkum hvønn dag, lat um ikki annað onkran dag fara burtur ímillum, so tit eisini kunnu arbeiða, lat ikki kenslurnar fara avstað við tykkum, brúka vit og skil, tað sum tit ákæra hvønn annan fyri, ikki at gerða.
Um tit ikki megnað at hava ábyrgd bert tí sum onkur samgongulimur sigur »tað dregur á luftina« so lat okkum fáa eina nýggja samgongu, ella skrivað út nýval, tí fólkið stendur ikki aftanfyri hesa samgonguna longur, tað ber snøgt sagt ikki til, longri vit bíða, størri verður upptakið.
So spyrja vit hvussu tað ber til at ungdómurin ikki hevur størri áhuga fyri politikki, hvør kann hava áhuga fyri áhaldandi ákærum um lygnir, sum vit eru áskoðarir til dag og dagliga.
Hvussu kann andstøðan og føroya fólk taka tykkum fyri fult, tá tit ikki taka hvønn annan fyri fult.
Tá vit ikki skilja substansin ella trupuleikan í einumhvørjum máli, so hava Amerikanir eitt sum teir spyrja um, fyri líkasum at skilja poengið, ella trupulleikan tað er »where is the beef« hvat er tann verðuligi trupulleikin í samgonguni.
Tað besta alternativið sum andstøðan sitir við, og sum tit kundu brúkt í løtuni er arbeiðsfriður.