Christian Restorff Mouritsen fór sum bert 16 ára gamal til Manchester City, har hann fekk ein trý ára sáttmála. Tað hevur gingið javnt framá fyri tann nú 18 ára gamla miðvallaran, sum undir Jógvani Martin Olsen er í hitanum í landsliðshópinum.
Gongur strúkandi
Nakrir skaðar hava fylgt Christian hesi bæði árini, ið hann hevur leikt við Manchester City. Hann er fyri stuttum komin fyri seg eftir ein lúskuskaða, ið setti hann í tómgongd í 4 mánaðir. Men nú gongur framá, og kanska meir enn tað.
- Tað gongur sera væl. Eg havi leikt væl fleiri dystir, og enntá verið valdur til dagsins mann, sigur Christian.
Venjingin er ofta tað, ið er størsta skiftið frá at fara frá føroyskum fótbólti og út í heim. Ikki nóg mikið við at teir venja upp til tríggjar ferðir um dagin, men venjingin er eisini nógv øðrvísi.
- Venjingin er góð. Her er høg leikferð, samstundis sum at venjingin er seriøs og vælskipað, sigur Christian, sum leggur aftrat, at hann tíski altíð fær okkurt munagott burturúr.
Stílar eftir Premier League
Christian Mouritsen er ein maður við sjálvsáliti. Hann svarar eisini erligt og avgjørt, tá ið hann verður spurdur um síni framtíðarmál.
- Málið er sjálvandi Premier League, men lat okkum síggja hvussu langt tað ber, sigur hann.
Christian hevur onkran dyst sitið á beinkinum hjá besta liðnum, men honum vantar framvegis sín fyrsta dyst fyri besta liðið hjá Manchester City, sum liggur í tyngra endanum av Premier League. Dystirnir, ið hann hevur sitið á beinkinum, hava tó verið teir dystir, har nógvir fastir leikarar hava manglað.
Leikar fyri ymisk lið
Nú Christian ikki enn telist millum mennirnir á besta liðnum, hevur hann onnur lið at takast til. Hann leikar fyri U18, Pontins League, og viðhvørt er hann at finna á eykaliðnum. Hann leikti nógv á eykaliðnum, áðrenn hann bleiv skaddur, og nú tykist hann er hann við aftur í kappingi um pláss á hesum liði.
Christian hevur í nógv ár spælt á føroyskum landsliðum. Hann hevur leikt fyri U17, U19 og U21 landsliðið. Og fyri framman stendur A-landsliðið, har Christian við sínum stóra talenti er ein spælari, ið av álvara er komin upp á tal.