Finnur Jensen lesandi, blaðmaður og tónleikari
Men so hvarv speiski láturin til frama fyri hesum neyðars kvinnum, sum vóru farnar longu og leiðina til Noregs at keypa møblar í Ikea.
Var ikki sørt bilsin av míni Ikea-vitjan fyrr um dagin. Eitt satt slaraffenland fyri møbulentusiastar. Norðan fyri Århus, úti á bølandinum, lá hesin risabygningur við alskyns bíligum vørum. Eg skuldi bara keypa eina song, men tað endaði við, at pengar svarandi til minst trý SU-klipp lógu eftir í hesum svenska imperium. Hvussu fíggjarliga lagnan endaði hjá teimum nærum fjøruti føroysku damunum, sum fóru frá húsi og heim, er ilt at siga. Helst hevur hann verið nakað dýrari hjá teimum flestu. Ikki tí, at eg havi illgruna um, at tær oyðsla pengar. Als ikki. Men hví ikki bara seta seg í samband við børnini, sum lesa niðri, og fáa tey at keypa Ikea-møblarnar fyri seg? Tí um nakað er bíligt at innflyta til Føroyar, so er tað innbúgv. Men hinvegin, so fáa tey ikki upplivingarnar við rufluta rukkutúrinum umborð á Norrønu við. Tær eru ivaleyst minniligar, hóast tær tíverri eisini plaga at vera dýrari enn sjálvur ferðaseðilin.
Kortini kundu damurnar eins tað sama bara farið niðan á Vøruhúsið á Hjalla og keypt eina luksus song fyri samlaðu útreiðslurnar. So hevði maðurin um ikki annað blivið glaður. Hann hevði eisini merkt, at hann fekk nakrar fyri pengarnar.
Men kanska snýr tað seg um onnur meira grundleggjandi virði. Signalvirði, har tú við einum Ikea-keypi vísir øðrum, at tú snobbar niðureftir, hóast hetta tykist standa í einari lítlari andsøgn við mínar fordómar um, at ein stórur partur av ferðadamunum við Norrønu eru júst tær, ið strípa sær hárið fyri fleiri túsund krónur. Men lat tað fara, tí óansæð vóni eg, at føroysku damurnar fingu keypt okkurt gott í norsku Ikea. Eg eri í øllum førum glaður fyri mína boksmadras. Eg tími næstan ikki úr henni.