Hetta haldi eg, at hann átti at tikið við. Skeiv raðfesting Formaður Sambandsfloksins heldur tað vera rætt av løgmanni at gera vart við túsundárið fyri kristniboðan Føroya. Tó heldur hann, at hesin parturin [...] tjóðskaparstíðið fram sum tað týdningarmiklasta málið seinastu hundrað árini, heldur Edmund Joensen ikki vera heilt rætt. Hann vísir á, at sama tíðarskeið fór eitt ógvuliga týdningarmikið fakfelagsstríð fram [...] fyri samfelag okkara, sum tjóðskaparstríðið. Samanumtikið heldur Edmund Joensen nýggjársrøðu løgmans vera í so grunna, men hinvegin heldur hann, at hon er ógvuliga rund og tískil átilig hjá teimum flestu
lógaruppskot frá landsstýrinum, áðrenn tey koma fyri tingið. Boðar til samgongufund Løgmaður sigur tað vera púra nýtt fyri sær, at formaður Tjóðveldisfloksins er ímóti viðger av tingmálum millum samgongufólk [...] fyrradagin varð sent bæði andstøðu- og samgongulimum til ummælis. Løgmaður stendur fast við, at nakað má vera galið við floksapparatunum, tí tá hann sendir uppskot út til kunningar, kemur sum oftast eingin a [...] hevur nakað við landsstýrismannaábyrgd at gera. Drúgv viðgerð er gagnlig Løgmaður sigur seg halda tað vera ógvuliga gagnligt, at mál verða gjølla og breytt viðgjørd millum áðrenn tey koma í tingið. Hetta,
November. Heystið er um at vera av. Tann vakrasta árstíðin her í Norra. Trøini skifta frá grønum summarbúna til appelsingult og vínreytt - sum eldur í óteljandi litbrøgdum. Sum eitt seinasta skríggj áðrenn [...] fullari løn, ella 12 mánaðir við 80 prosent av lønini. Tað er ein ómetaligur fyrimunur at sleppa at vera heima við barninum í eitt heilt ár. Eg havi notið lívið sum fulltíðar húsmóður. Men tað verður spennandi [...] við Nordiska Helsevårdskölan í Göteborg. Hann hevur granskað samlívstrupulleikar, og sigur tølini vera sera greið: Skilnaður hendir nógv oftari, tá javnstøða ikki er millum hjúnini. Við øðrum orðum: Menn
búskaparligar mekanismur. Beint tvørtur ímóti eiga politisku myndugleikarnir at hugsa um hvussu karmar vera skaptir, so høvuðsvinna okkara klárar seg undir somu fíggingartreytum, sum aðrir partar av vinnuni [...] tíð upp á 3 ár fyri eldri og 5 fyri nýggjari fiskifør. Hetta skeið skuldi ein lóg um íløgusstuðul vera í gildi. Eftir tað skuldi vinnan kunna standa á egnum beinum uttan almennan stuðul. Reiðaríini í [...] koma fram frá fiskakeyparum og brúkarum í teimum londum vit selja til. Hetta eru eisini krøv, sum vera reist av okkara grannum í Norðuratlantshavi í WTO. ? Full semja er um í altjóða høpi, at studningur
og sálarlig ovbyrjan, ið merkja alt fleiri kvinnur, menn og børn. Flest teirra, ið verða rakt av at vera útbrend, arbeiða innan fyri tað almenna, har stór skerjing av arbeiðsplássum er farin fram seinastu [...] neyðarrópini frá kroppinum harna, so drívur hon á at arbeiða, avgjørd um, at arbeiðsplássið ikki kann vera hana fyri uttan. Fyri henni hevur arbeiðið alt at týða. Sum hon heldur á fær hon vøddapínu, men doyvir [...] psykoterapeutur og leiðari fyri privatsjúkrahúsinum: Institut för psykosomatisk medicin, har tað at vera útbrend og kronisk møði eru vanligar diagnosur. Sivik heldur fyri, at heilsuverkið fylgir ikki við
at hava roynt at smugla inn í landið, helt verjin ein dóm upp á 30 - 40 dagar vera nóg harðan. ? Men helst eigur hann at vera linari, segði verjin, sum eisini gjørdi vart við, at maðurin ikki áður var revsaður [...] sjálvur álopin uttan fyri Casablanca í Havn, men tók til sjálvverju, sum upprunaligi áleyparin helt vera so ógvusliga, at hann meldaði. »Eg tók kjansin« Hin ákærdi játtaði seg sekan í at hava roynt at smugla
bert um mótashow, tí tað verður eisini hildið eitt stórt sokallað TrendShow, sum í flestar mátar man vera minst líka spennandi sum sjálv mótasýningin. Mótin í heyst Sýningin verður býtt í tveir partar, har [...] tann fyrri snýr seg um at sýna mótan fram til ársskifti. Mótin, tað sum eftir er av árinum, tykist at vera sera litríkur og festligur, soleiðis at vit á henda hátt kunnu markera, at tað nú einaferð er nakað [...] fáa allir gestirnir so ein gávupakka. Hvat er í hesum vita vit ikki, men tað tykist í øllum førum vera púra vist, at eingin fer vónbrotin av aftur hotellinum. Sum sagt, so er bara at tryggja sær atgongumerki
miðstaðartinglimir sjálvsagt vera við at loysa hendan trupulleika, og tað væntar hann eisini, at teir fara at gera sítt besta til. ? Eg haldi als ikki politikarar í miðstaðarøkinum vera fíggindar fyri útjaðaran [...] nøkrum trupulleikum. Marjus Dam, tingmaður Sambandsfloksins úr Vágum, heldur tosið um hesar fundir vera farið av sporinum, nú tingmenn alment verða skuldsettir fyri at hava ført undirgravandi virksemi móti
komin framat. Løgtingið, sum skal játta peningin, tykist framvegis vera ein býur í Kina, hóast lyfti vóru givin um, at tingið skuldi vera tikið í álvara - fyri einaferð skuld. Ein anlegslóg her og ein p [...] Tíanverri. Hvat eini íløgu í eitt nýtt Suðuroyarskip viðvíkur, eiga sjálvandi allir møguleikar at vera havdir á lofti, hvat skipaslagi stødd, leið og ferð viðvíkur, og sjálvandi kann eitt leigumál gerast
um málið. Tekniski parturin liðugur Sum Sosialurin skrivaði í gjár, er politiska prosessin, um at vera liðug. Tó ætlar samgongan sær at enda politisku prosessina á ein góðan hátt, áðrenn málið fer í u [...] at síggja partar av samráðingarupplegginum áðrenn tað fer í uttanlandsnevndina, sigur Høgni Hoydal vera, at hetta stíðir ímóti demokratisku prosessini. Allir flokkar skulu hava somu møguleikar at viðgera [...] februar. Høgni Hoydal vil einki siga um, nær væntast kann, at samráðingarnar byrja. Hann sigur hetta vera nakað, ið fjølmiðlarnir og onnur sjálvi kunnu meta um, men hann ásannar, at tað fer ikki at ganga