Ein átilig nationalromantisk røða

Edmund Joensen heldur nýggjársrøðu løgmans vera eina runda og átiliga nationalromantiska røðu, sum í ov lítlan mun viðgjørdi verulig politisk viðurskifti

? Nýggjársrøða løgmans var ógvuliga nógv merkt av fullveldisætlanini. Hon var ógvuliga nationalromantisk og viðgjørdi als ikki, hvørjar avleiðingar standast av, at fullveldisætlanin verður framd í verki.

Formaður Sambandsfloksins er ikki so væl nøgdur við nýggjársrøðu løgmans. Hann heldur, at hon sum heild var í so soltin.


Serligt høvi

Edmund Joensen vísir á, at undanfarnar løgmansrøður hava verið at líkna við smáar løgmansrøður, ið verða hildnar tá tingið verður sett á ólavsøku.

Formaður Sambandsfloksins ásannar tó, at hetta ársskiftið var eitt serligt høvi til at halda eina eitt sindur ørðvísi nýggjársrøðu.

? Talan var á hesum sinni eitt túsundáraskiftið og somuleiðis var talan eisini um byrjanina til túsundárið fyri kristniboðan Føroya. Tískil er sjálvsagt, at nýggjársrøða løgmans er merkt av hesum, men fyri tað haldi eg ikki, at løgmaður eigur at sleppa øllum øðrum.

Edmund Joensen sigur seg hava illgruna um, at løgmaður hevur nýtt túsundáraskiftið sum høvi fyri at sleppa undan at taka verulig aktuell mál fram í røðuni. Hetta er, eftir hansara tykki, ikki rætt. Tí ein nýggjársrøða eigur at mynda politikkin.


Ov tjóðskaparlig

? Eg haldi, at nýggjársrøðan í alt ov stóran mun var merkt av endurtøkum av tí tjóðskaparliga tosinum, vit hava hoyrt frá samgonguni í seinastuni, uttan at víst varð á nakað ítøkiligt.

? Eitt gjøgnumgangandi tema í røðuni var, at alt ber til, bara fólkið saman setur sær nakað fyri

Henda boðskap heldur formaður Sambandsfloksins, at løgmaður væl fekk flættað inn í brotið um fullveldisætlanina. Men hann vísir á, at løgmaður gloymdi, at kreppan í áttatiárunum vísti tað øvugta.

? Kreppan skapti stór sár í Føroyska samfelagið, og tað er søgureingjan, tá løgmaður sigur, at nógv av fólkunum, ið rýmdu undan kreppuni, eru flutt heim aftur til Føroya. Veruleikin er, at 7.000 fólk fluttu úr Føroyum undan kreppuni, og talið av teimum, ið eru flutt heim aftur, er ikki meira enn 1.000 fólk. Harafturat kemur tað, at tey, ið fluttu burtur undir kreppuni vóru barnafamiljur, og sjótt er hjá slíkum at festa røtur úti í heimi, so tær ikki koma aftur.

Edmund Joensen vísir á, at vandi er fyri, at tað sama fer at henda, um fullveldisætlanin verður framd í verki. Og formaður Sambandsfloksins saknar, at løgmaður ávarar um vandar við fullveldisætlanini.

? Løgmaður lýsir í røðu síni fullveldisætlanina ógvuliga romantiskt og tosar um, at vit megna um vit standa saman. Men løgmaður kemur als ikki inn á spurningin um broytingarnar fara fram á nóg demokratiskan hátt og hvussu broytingarnar fara fram. Hetta haldi eg, at hann átti at tikið við.


Skeiv raðfesting

Formaður Sambandsfloksins heldur tað vera rætt av løgmanni at gera vart við túsundárið fyri kristniboðan Føroya. Tó heldur hann, at hesin parturin - og aðrir partar við av røðuni - vóru í so prædikukendir, og er hetta ikki vanligt fyri nýggjársrøður løgmanna.

At løgmaður tekur tjóðskaparstíðið fram sum tað týdningarmiklasta málið seinastu hundrað árini, heldur Edmund Joensen ikki vera heilt rætt. Hann vísir á, at sama tíðarskeið fór eitt ógvuliga týdningarmikið fakfelagsstríð fram í Føroyum, og er hetta eitt stríð, ið hevur styrkt demokratiska rætt Føroyinga munandi.

? Solidariteturin í fakfelgsstríðunum kring heimin hava ment mangt eitt landið, eisini Føroyar, og tí hevur tað stóran týdning at taka hetta mál fram. Eftir mínum tykki hevur tað nevniliga havt eins stóran týdning fyri samfelag okkara, sum tjóðskaparstríðið.

Samanumtikið heldur Edmund Joensen nýggjársrøðu løgmans vera í so grunna, men hinvegin heldur hann, at hon er ógvuliga rund og tískil átilig hjá teimum flestu.