November. Heystið er um at vera av. Tann vakrasta árstíðin her í Norra. Trøini skifta frá grønum summarbúna til appelsingult og vínreytt - sum eldur í óteljandi litbrøgdum. Sum eitt seinasta skríggj áðrenn leyvfallið.
Í ár havi eg havt stundir at fylgt litspælinum dag frá degi. Síðani februar havi eg verið heima við lítla soninum. Tá hann skjótt fer at taka sítt fyrsta fet, skal eg royna at fóta mær aftur í einum stressaðum gerandisdegi. Dagurin fer aftur at byrja klokkan 06.00 og nærum hvør tími í vikuni má gjølla leggjast til rættis. Skitnatoyið fer aftur javnan at flóta yvir í kurvini, og dustdottarir at sveima eftir gólvinum sum beinfríar kaninir.
Tá harðast fer at leika á, kann eg hugsa um hetta árið. Tá børnini svóvu so leingi teimum lysti. Tá vit báðar dótturin, góvu okkum góðar stundir við morgunmatarborðið og spákaðu til barnagarðin tá klokkan leið móti 10. Um longu túrarnar við barnavogni, ella løturnar við vinkonunum á café - hvør við sínum bróstabarni. Tá vit bakaðu kaku og bollar til babba kom heim. Tað hava eisini verið vøkunætur sum sugu alla orku úr tær. Dagar sum hvurvu í vaski og rudding, ið illa sást aftur. Men tað verða neyvan teir dagarnar vit fara at minnast.
Tíbetur fái eg eitt mjúkt skifti aftur til útiarbeiðslívið. Pápin tekur nú yvir heima í tríggjar mánaðir. Í Norra kunnu vit velja: 10 mánaðar farloyvi við fullari løn, ella 12 mánaðir við 80 prosent av lønini. Tað er ein ómetaligur fyrimunur at sleppa at vera heima við barninum í eitt heilt ár.
Eg havi notið lívið sum fulltíðar húsmóður. Men tað verður spennandi at koma aftur til arbeiðis. Eg eri ein kvinna av tíðini. Tað er ikki ein spurningur um antin ella, fyri at børnini skulu hava tað gott. Í mínari verð hongur tað saman. Eg kenni meg sum eina betri mammu, tá eg eisini fái íblástur og ment meg yrkisliga uttan fyri heimið.
Ein kan hugsa samfelagbúskap á so mangan hátt. Í Norra hava tey valt at geva barnafamiljunum meira stundir saman við minstu børnunum. Her á Oslo-leiðini syndrast annaðhvørt hjúnaband. Hjúnaskilnaðir kosta nógv - eisini hjá samfelagnum.
Eitt sabbatsár við nýggja barninum er ein góð byrjan hjá barnahúskinum. Men tað er ikki nokk. Skulu hjóluni mala, tá bæði foreldrini arbeiða úti, er tað ein treyt, at partarnir býta arbeiðið, Pf. familjan krevur, ímillum sín.
Norski professarin Frode Thue starvast sum sálarfrøðingur við Nordiska Helsevårdskölan í Göteborg. Hann hevur granskað samlívstrupulleikar, og sigur tølini vera sera greið: Skilnaður hendir nógv oftari, tá javnstøða ikki er millum hjúnini. Við øðrum orðum: Menn sum duga at vinda einum klúti og at handfara dustsúgvaranum, hava nógv størri møguleika at halda uppá konuna. Tí í tveimum av trimum førum eru tað konurnar sum vilja skiljast! Kærleikin køvist lætt í stressi.
Í Norra eru tað, eins og í Føroyum, framvegis flest kvinnur, sum eru heima við børnunum. Men her verður tað lagt rættis fyri, at fleiri menn skulu sleppa framat heima. Afturat tveimum vikum, sum pápin fær frí, tá barnið er føtt, eru fýra farloyvisvikur kannaðar pápanum. Tekur pápin ikki farloyvi hesar vikurnar, missur familjan tær. 80 prosent av norsku pápunum taka tí minst fýra vikur barnsburðarfarloyvi, tá mamman fer aftur til arbeiðis. Og tey gerast alsamt fleiri, sum velja at býta farloyvið javnari millum mammuna og pápan. Tað er einki offur hjá pápanum at verða heima og ansa børnunum. At sleppa at kenna nærleikan og tann serstaka kærleikan barnið gevur tí, sum er mest um tað. Tað er ein gáva!
Bjørt Samuelsen, Oslo