? Mær vitandi hava bert tveir fundir verið millum útjaðaratingmenn. Endamálið við hesum fundum hevur als ikki verið at stinga tingfólk í útjaðaranum í ryggin, men heldur at finna eina loysn á nøkrum trupulleikum.
Marjus Dam, tingmaður Sambandsfloksins úr Vágum, heldur tosið um hesar fundir vera farið av sporinum, nú tingmenn alment verða skuldsettir fyri at hava ført undirgravandi virksemi móti fólkaríkasta økinum í landinum.
Greina trupulleikarnar
? Eg havi sjálvur bert verið við til ein av fundunum, og mær vitandi hava bert tveir slíkir fundir verið, sigur Marjus Dam. Hann greiðir frá, at fundurin, hann var á, hevði eitt høvuðsendamál, og var hetta at greina trupulleikarnar hjá útjaðaranum.
Marjus Dam sigur, at fundurin, hann var á, ikki var nakar loyniligur fundur, men ein fundur, har tingmenn møttust at eta døgurða saman. Á fundinum varð tosað um at seta orð á trupulleikarnar hjá útjaðaranum.
? Vit viðgjørdu í álvara, hvussu finnast kann út av, hvørjir trupulleikarnir hjá útjaðaranum eru og um talan er um somu trupulleikar, ið ganga aftur í øllum útjaðaraøkjunum, ella um talan er um ymiskar trupulleikar fyri ymisku útjaðaraøkini. Ætlanin var als ikki at stinga onnur tingfólk í ryggin. Hildið varð bert, at útjaðaratingfólk eru næst trupulleikunum í útjaðaraøkjunum, og tí var tað skilagott at hesi tingfólk møttust til at kjakast um hendan felags trupulleika.
Landstrupulleiki
Marjus Dam sigur, at eftir hansara tykki, eru trupulleikarnir í útjaðaranum ein landsumfevnandi trupulleiki, og tí skulu miðstaðartinglimir sjálvsagt vera við at loysa hendan trupulleika, og tað væntar hann eisini, at teir fara at gera sítt besta til.
? Eg haldi als ikki politikarar í miðstaðarøkinum vera fíggindar fyri útjaðaran. Tvørturímóti haldi eg, at hesir duga at síggja trupulleikarnar í útjaðaraøkjunum, og eg vist ikki í, at teir eisini eru góðir vinir fyri útjaðaran.
Útjaðaratingmaðurin úr Vágum vísir á, at endmálið við fundinum var at fáa greiðu á trupulleikunum, so allir tinglimir í felag kunnu loysa teir, tá funnið er út av, hvussu hesir trupulleikar møguliga kunnu loysast.
Men hvussu heldur Marjus Dam, at trupulleikarnir í útjaðaraøkjunum frægast kunnu loysast?
? Eg haldi haldi ikki, at tað er gott at veita útjaðaranum serligan stuðul. Heldur eigur at verða hugt at ymiskum vinnumøguleikum, ið tað á ein ella annan hátt ber til at stuðla at seta í gongd. Men beinleiðis stuðul til útjaðaran haldi eg ikki eigur at koma upp á tal.
Marjus Dam vísir á, at hóast nógvir fyrimunir eru í miðstaðarøkinum, hvat arbeiði og peningi viðvíkur, so eru aðrir fyrimunir við høgum virði í útjaðaraøkjunum, og sipar hann til ta vøkru náttúruna, friðin og tryggleikan.
Móti skrivinum
Dimmalætting visti leygardagin at siga frá einum skrivi frá Jógvani við Keldu til tingmenn úr útjaðaraøkjunum. Í hesum skrivi verður millum annað sagt, at ætlanin er at seta á stovn eina útjaðaraskrivstovu, har eitt fólk við serkunnleika skal arbeiða við at finna út av, hvussu almennir stovnar kunnu flytast úr høvuðsstaðnum og út til útjaðaraøkini.
Hetta skriv sigur Marjus Dam seg als einki vita um. Hann vísir á, at eftir hansara tykki er tosið um loyniligu samgonguna hjá Jógvani við Keldu farið av sporinum. Men er talan veruliga um eitt slíkt skriv, so tekur hann als ikki undir við tí.
? Trupulleikarnir hjá útjaðaranum mugu allir politikarar loysa í felag, sigur hann.










