Má umhugsa arbeiðsgongdina

Løgmaður skilir ikki, at tjóðveldismenn eru ímóti at mál verða gjølla viðgjørd millum samgonutingmenn áðrenn tey koma fyri tingið

? Eg skilji ikki, at formaður Tjóðveldisfloksins er ímóti, at eg kunni tingfólk í samgonguni um lógaruppskot, áðrenn tey koma fyri í tinginum. Harafturat haldi eg, formaður Tjóðveldisfloksis langt síðani kundi havt sagt mær frá, um hann veruliga er ímóti hesum.

Anfinn Kallsberg, løgmaður, er skelkaður av útsagnunum hjá Heina O. Heinesen, formanni Tjóðveldisfloksins, í Sosialinum í gjár. Heni O. Heinesen segði nevniliga í viðtalu við Sosialin í gjár, at hann metir løgmann leggja upp til einaræði, tá hann vil hava lógaruppskot so gjølla viðgjørd sum møguligt millum samgongutingfólk, áðrenn tey koma fyri tingið

Heini O. Heinsen vísti á, at tá mál er liðugt viðgjørd og hálvgum samtykt millum samgongutingfólk áðrenn tey koma fyri tingið, hevur andstøðan lítlan og ongan møguleika fyri at hava ávirkan á uppskotini, og tískil er mannagongdin ódemokratisk.

Útsagnirnar hjá Heina O. Heinesen komu eftir tíðindafundin í Tinganesi týsdagin, har løgmaður í sambandi við ósemjuna viðvíkjandi pensjónsmálinum vísti á, at hann helt, at samgongutingfólk í størri mun áttu at leggja seg eftir at kunna seg um og viðgera lógaruppskot frá landsstýrinum, áðrenn tey koma fyri tingið.


Boðar til samgongufund

Løgmaður sigur tað vera púra nýtt fyri sær, at formaður Tjóðveldisfloksins er ímóti viðger av tingmálum millum samgongufólk, áðrenn tey verða send tinginum. Men meinar Heini O. Heinesen veruliga tað, hann sigur, kennir løgmaður tað sum, at hann ger sítt arbeiði til fánýtis.

? Eg brúki nógva tíð orku, og pening til at syrgja fyri, at samgongutingfólk verða kunnaði í góðari tíð um mál, áðrenn tey koma fyri tingið. Men eru limir í samgonguni ímóti hesum, dugi eg ikki at skilja, hvat vit hava samgonguna til. Tí tá verður mannagongdin bert tann, at uppskot verða tveitt í tingið, uttan at tey eru nóg væl viðgjørd.

Út frá hesum fer løgmaður at kalla inn til samgongufund. Hann vil hava greiðu á viðurskiftunum. Hann heldur, at nýggjur arbeiðsháttur má finnast sum skjótast, um samgongulimir veruliga eru ímóti verandi mannagongd. Men løgmaður leggur afturat, at eftir hansara tykki er tað ógvuliga løgi, at samgonulimir eru ímóti arbeiðsgongdini, sum hon er nú.


Andstøðan við

Løgmaður ásannar, at samgongutingfólk fáa fyrimun undir tingviðgerðini, tá tey hava viðgjørt uppskotini áðrenn tey koma í tingið. Tí hevur hann umhugsað eisini at senda lógaruppskot frá landsstýrinum til kunningar hjá andstøðulimum, áðrenn tey koma fyri tingið. Hann vísir á, at hann í ávísan mun longu hevur sett hesa mannagongd í verk. Dømi um hetta er, at uppskotið kommunulóg fyrradagin varð sent bæði andstøðu- og samgongulimum til ummælis.

Løgmaður stendur fast við, at nakað má vera galið við floksapparatunum, tí tá hann sendir uppskot út til kunningar, kemur sum oftast eingin afturmelding. Hann vísir á, at uppskotið um pensjónsskipanina varð sent út til samgongutingfólk tann 18. oktober í 1999, og fingu flokkarnir freist til 26. oktober at koma við viðmerkingum, men eingin afturmelding kom.

Løgmaður heldur eisini framvegis, at tingfólk hava ábyrgd av pensjónslógini, tí tað er tingið, ið hevur samtykt hana. Hamm heldur ikki, at málið hevur nakað við landsstýrismannaábyrgd at gera.


Drúgv viðgerð er gagnlig

Løgmaður sigur seg halda tað vera ógvuliga gagnligt, at mál verða gjølla og breytt viðgjørd millum áðrenn tey koma í tingið. Hetta, heldur hann, betrar um dygdina á teimum.

Anfinn Kalsberg ásannar tó, at vórðu mál ikki so gjølla viðgjørd áðrenn tey komu í tingið, hevði politiska prosessin gingið skjótari, men setir hann spurnartekin við, um dygdin á endaliga samtyktu lógunum hevði verið í lagi eftir slíka viðgerð.