Smuglari dømdur

Seinnapartin í gjár fall dómur í sakarmálinum móti 33 ára gamla manninum, ið varð handtikin við kokaini og hassji uppi á sær á flogvøllinum. Hann fekk 60 daga fongsulsrevsing.

Málið móti 33 ára gamla manninum, sum varð handtikin á flogvøllinum í farnu viku, við knøppum 80 grammum av hassji og 5 grammum av kokaini uppi á sær, varð í gjár fyri í Føroya Rætti.

Upp í viðgerðina varð knýtt eitt harðskapsmál, sum maðurin hevði hangandi frá í fjør. Ta ferðina varð maðurin sjálvur álopin uttan fyri Casablanca í Havn, men tók til sjálvverju, sum upprunaligi áleyparin helt vera so ógvusliga, at hann meldaði.


»Eg tók kjansin«


Hin ákærdi játtaði seg sekan í at hava roynt at smugla hassj og rúsevni til Føroya. Kokainið ætlaði hann sær at nýta sjálvur, eins og hann ætlaði sær at nýta meginpartin av hassjinum sjálvur. Ein part ætlaði hann kanska at selja áðrenn hann fór at flyta til Danmarkar um miðjan november. Maðurin viðgekk, at hann hevði framt eina býttisliga gerð.

? Men, eg tók kjansin, segði hann og ypti øksl.

Ákærin spurdi, hvørjum hann hevði keypt hassjið og rúsevnið frá, men tað vildi maðurin ikki avdúka.

? Sigur tú slíkt, er stórur vandi fyri at verða avrættaður, segði hin 33 ára gamli, ið eisini segði seg hava valt at greiða frá øllum, og ikki dylja yvir egin brotsverk.


Keypti á Christiania


Rúsevni vóru eftir øllum at døma ein partur av gerandisdegnum hjá tí ákærda. Hann hevði hildið fleiri veitslur har m.a. kokain varð brúkt at rúsa seg við. Hassj brúkti hann, tá hann bert vildi hugna sær. T.d. oman á døgurða og tá hann skuldi á biograf.

Ákærdi, sum hevði keypt ólógligu evnini á frístaðnum, Christiania, í Keypmannahavn, varð spurdur, hví nøgdirnar til sjálvsnýtslu vóru so stórar. Hann svaraði, at tað var fyri at fáa avsláttur. Tær 4.750 krónurnar, hann segði seg hava keypt evnini fyri, vóru partur av spælivinningi. Hassjið kostaði 25 krónur grammið, meðan kokaini kostaði 550 krónur grammið.


Ákærin kravdi 3 mánaðar


Í sambandi við harðskapsmálið móti sær, segði maðurin, at hann brádliga fekk ein neva í andlitið, og at hann síðani í sjálvverju og panikki sparkaði áleyparan. Ákærin helt ikki, at talan var um sjálverju, tí hin ákærdi varð farin so harðliga til verka. Hann gjørdi vart við, at ákærdi ongan skaða hevði fingið, meðan hin sparkaði hevði brotið rivjabein. Ákærin mælti til treytaleysa fongsulsrevsing; í minsta lagi 30 dagar fyri harðskap. Fyri smuglingina helt ákærin, at maðurin átti at fingið millum 60 dagar og tríggjar mánaðar.

? Undir øllum umstøðum eigur dómur undir tríggjar mánaðar ikki at koma upp á tal fyri bæði málini tilsamans, segði ákærin.


Verjin fekk ikki viðhald


Verjin vísti á fleiri gomul rættarmál til tess at leggja dent á, at sjálverja hevur týdning. Øll tey nevndu dømini bendu á, at hóast eitt álop ikki er av serliga vandamiklum slagi, ber til at verja seg sjálvan harðligari, og ikki verða dømdur fyri harðskap. Júst tí ein sjálvur er álopin og tískil verjir seg. Í sambandi við hassjið og kokainið, sum ákærdi jú játtaði at hava roynt at smugla inn í landið, helt verjin ein dóm upp á 30 - 40 dagar vera nóg harðan.

? Men helst eigur hann at vera linari, segði verjin, sum eisini gjørdi vart við, at maðurin ikki áður var revsaður fyri smugling.

Hin33 ára gamli fekk kortini tilsamans 60 daga fongsulsreving. Í gamla harðskapsmálinum varð hann funnin sekur. Maðurin valdi at umhugsa dómin og varð síðani leyslatin. Hann fær boð, tá hann skal inn at sita dómin.