Í hesum døgum verður nógv tosað um, at alt fleiri kvinnur fáa diagnosuna útbrend. Bara síðani 1997 er talið økt við 30% i Gøteborg-umráðnum og talið fyri langtíðar sjúkraskriving er alt vaksandi fyri kvinnur.
Tølini fyri menn eru eisini høg, men munandi lægri enn fyri kvinnur. Hetta kemst millum annað av, at menn kunnu kobla úr aftaná arbeiðstíð, meðan stressið hjá kvinnum bert tekur til. Tá fyrst skal hon til at hugsa um børnini, innkeyp, nátturðamat, rudding, klæðir og næsti dagur skal fyrireikast. Hon fær sostatt lítla og onga tíð til sín sjálvs.
Hagtølini fyri ES hava tey seinastu árini víst, at danskar kvinnur eru tær, ið eru sjúkast av kvinnunum í ES og sama er galdandi fyri donsk børn. Fimta hvørt barn í Danmark stríðist minst eina ferð um vikuna við psykosomatiskt sjúkueyðkenni sum ilt í búkinum, rygginum og høvuðpínu.
Orsøkina finna vit m.a. í, at arbeiðsskjótleikin er øktur tríggjar til fýra ferðir hesu seinastu 20 árini, og er ein høvuðsorsøk til tað kropslig og sálarlig ovbyrjan, ið merkja alt fleiri kvinnur, menn og børn.
Flest teirra, ið verða rakt av at vera útbrend, arbeiða innan fyri tað almenna, har stór skerjing av arbeiðsplássum er farin fram seinastu árini. Eitt eyðkent dømi er Marita, stjóri, 39 ár, gift og tvey smá børn. Hon hevur arbeitt seg skjótt fram til eitt stjórastarv og henni hevur á allan hátt gingist væl í arbeiðslívinum. Hennara sjúkueyðkenni ella kropsligu ávaringarróp byrja við, at hon aftur og aftur fær lungnabruna, influensu og ymiskar infektiónir. Sjálvt um neyðarrópini frá kroppinum harna, so drívur hon á at arbeiða, avgjørd um, at arbeiðsplássið ikki kann vera hana fyri uttan. Fyri henni hevur arbeiðið alt at týða.
Sum hon heldur á fær hon vøddapínu, men doyvir seg bert við pínutablettum. Maganum bilar og hon hevur ongan matarlist og svevur illa. Eisini hevur hon ørilsi, fer at gloyma, hevur kvalma, spýr og hevur hitatúrar. Framvegis lurtar hon ikki eftir kroppinum, men íðin roynir hon at gera sítt besta, tekur enntá eykatørn, tá onnur leggjast sjúk. Eingin í hennara umhvørvi sær, hvat fer fram fyri eyguni á teimum. Ein dagin legst hon í songina og kemur ikki fram aftur. Frá teim fyrstu eyðkennunum gingu fýra ár, áðrenn hon fekk diagnosuna: útbrend. Hon hevur nú verið sjúkraskrivað í skjótt trý ár og skal byrja aftur at arbeiða í mars.
Docent Tatiana Sivik er lækni, psykologur, psykoterapeutur og leiðari fyri privatsjúkrahúsinum: Institut för psykosomatisk medicin, har tað at vera útbrend og kronisk møði eru vanligar diagnosur. Sivik heldur fyri, at heilsuverkið fylgir ikki við teimum samfelagsligu broytingum og tí tørvi fólk hava fyri hjálp í dag. Hon sigur, at kanningar vísa, at minst 40% av øllum sjúklingunum hava sjúkueyðkenni uttan, at til ber at finna fram til eina ávísa sjúku. Alíkavæl verða hesi fólk send frá einum serlækna til annan. Loysnin eitur heildarsýn. Eftir hennara metan eigur sjúklingurin fyrst at fáa eina psykosomatiska greining, áðrenn viðkomandi verdur send/ur víðari í skipanini.
Svenska stjórnin við Monu Sahlin hevur nú sett eina nevnd at kanna eftir, hvussu arbeiðsumhvørvið kann gerast betri, og hvussu arbeiðsumhvørvið kann gerast betri til at forða fyri, at ein starvsfelagi oyðilegst orsakað av ovbyrjan. Mona Sahlin sigur, at sum er, eru vit alt ov illa fyri bæði at lofta og loysa trupulleikarnar.
Fíggjarliga kostar sjúkrapeningurin landinum fleiri milliardir hvørt ár. Bara tann stóra økingin av sjúkraskrivaðum kvinnum kostar landinum tríggjar milliardur eyka, og gott tað sama, tí nú sær út til at landið fer at taka vantrivnaðin í álvara.
Kirstin Didriksen, Gøteborg