Altíð trúð uppá breiða semju

Høgni Hoydal sigur allatíðina hava trúð uppá, at tað fer at eydnast at fáa breiða semju í málinum um ríkisrættarligu støðuna

? Fundirnir um ríkisrættarligu støðuna hava verið ógvuliga góðir. Javnaðarflokkurin og samgongan skilja nú hvønn annan, og møguleikin fyri einari semju er til staðar.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, er fegin um úrslitið av fundunum, ið hava verið millum landsstýrið og andstøðuflokkarnar og millum landsstýrið og samgonguumboðini í uttanlandsnevndini um ríkisrættarligu støðuna.

Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum sigur seg allatíðina, síðani skjøtil varð settur á fullveldisætlan landsstýrissins, hava trúð uppá, at tað fer at eydnast at fáa eina breiða politiska semju í lag um málið.


Tekniski parturin liðugur

Sum Sosialurin skrivaði í gjár, er politiska prosessin, um at vera liðug. Tó ætlar samgongan sær at enda politisku prosessina á ein góðan hátt, áðrenn málið fer í uttanlandsnevndina. Hetta verður millum annað gjørt við meira fundarvirksemi við Javnaðarflokkin.

Javnaðarflokkurin sleppur ikki at síggja nakað samráðingarupplegg, áðrenn málið kemur fyri uttanlandsnevndina, men sum skilst á Høgna Hoydal, eru allar tær teknisku fyrireikingarnar til samráðingaruppleggið liðugt fyrireikaðar. Tað vantar bert at orða sjálvt uppleggið, og verður hetta gjørt tá politiska prosessin er liðug.

Orsøkina til, at eingin sleppur at síggja partar av samráðingarupplegginum áðrenn tað fer í uttanlandsnevndina, sigur Høgni Hoydal vera, at hetta stíðir ímóti demokratisku prosessini. Allir flokkar skulu hava somu møguleikar at viðgera málið í uttanlandsnevndini.


Samráðast í mars

Í Sosialinum í gjár segði formaðurin í uttanlandsnevndini, Hergeir Nielsen, at hann væntaði sær at fáa málið um ríkisrættarligu støðuna til viðgerðar um eina til tvær vikur. Hann segði seg vænta eina góða viðgerð í uttanlandsnevndini, men segði seg tó ikki kunna meta um, hvussu drúgv viðgerðin fer at verða. Men hann legði dent á, at nevndin fer at byrja viðgerðina, so skjótt málið er henni í hendi.

Fær uttanlandsnevndin málið innan tvær vikur og varir viðgerðin umleið ein mánað, kunnu vit vænta, at landsstýrið fer til Danmarkar at samráðast við donsku stjórnina einaferð í mars.

Tað hevur verið frammi, at danska stjórnin ynskir fýra vikur at fyrireika seg til samráðingarnar í, eftir at samráðingaruppleggið er liðugt frá føroyskari hond. Tí kunnu vit meta okkum fram til, at samráðingarnar byrja einaferð í seinnu hálvu av mars, verður uttanlandsnevndin liðug at viðgera málið um hálvan februar.

Høgni Hoydal vil einki siga um, nær væntast kann, at samráðingarnar byrja. Hann sigur hetta vera nakað, ið fjølmiðlarnir og onnur sjálvi kunnu meta um, men hann ásannar, at tað fer ikki at ganga so ógvuliga long tíð til farast kann til Danmarkar at samráðast.


Trupulleikarnir loysast undir samráðingunum

Høgni Hoydal vísir á, at tað ikki nyttar at heingja seg ov nógv í, hvussu fíggjarliga støðan fer at verða, hvussu rættartrygdin verður, hvussu vit kunnu samstarva við Danmark um útbúgvingar og so framvegis áðrenn vit yvirhøvur eru farin undir samráðingar við Danmark um ríkisrættarligu støðuna.

? Hetta eru alt mál, ið verða loyst undir samráðingunum við donsku stjórnina og ikki áðrenn. Tað nyttar jú einki at ganga og rópa upp um samráðingarkrøv langt áðrenn samráðingarnar.

Høgni Hoydal vísir á, at vit føroyingar ikki skulu til Danmarkar til ein fótbóltsdyst, har tað er avgerandi, hvussu nógv gul og reyð kort hvørt liðið fær. Heldur ikki er avgerandi, um vit vinna 10 - 0 ella 1 - 0. Vit skulu bara vinna, staðfestir hann.

Og Høgni Hoydal væntar, at Føroyar fara at vinna, verður farið til samráðingar við breiðari politiskari semju. Hann vísir á, at Føroyar tá standa við einum sterkum liðið ímóti minnilutasjórnini hjá Nyrup.