Danmarksmeistarar í liðkapping kappingarárið 2018. Tær høvdu eina góða kapping, verður sagt úr Kastrup. Rebekka Ingadóttir Rein bleiv samanlagt nummar fimm í øllum amboðunum, og nummar trý í bita av 25 gentum [...] soleiðis sín stóra leiklut í, at KG66 aftur hesuferð megnaði at vinna eina amboðskapping í Danmark. Eitt fantastiskt úrslit fyri ungu íðkararnar og føroyskan amboðsfimleik, sum hevur ment seg nógv síðstu árini [...] Um vikuskiftið hevur verið kappast um Danmarksmeistaraheitið fyri lið í amboðsfimleiki. Aldursbólkarnir Youth og Juniorar hava kappast í Kastrup leygardagin. Rebekka Ingadóttir Rein og Astrið Breckmann
Krabbameinsfelagið hevur fingið eina nýggja forkvinna. Tað gjørdist greitt á aðalfundi í kvøld, tá formaðurin seinastu 24 árini, Jákup N. Olsen, takkaði fyri seg aftaná 30 ár í nevndini. - Saman við nógvum [...] hesi árini. Eitt av størstu frambrotunum er, at vit fingu eina krabbameinsætlan í 2009. Henda ætlanin hevur verið við til at krabbameinssjúklingar í Føroyum fáa bestu viðgerð og røkt, sum ikki stendur aftanfyri [...] heimasíðuni hjá felagnum. Nýggj forkvinna í felagnum er Durita Tausen, og Sonja Nielsen er vald til næstforkvinnu. Jákup N. Olsen var ikki tann einasti við drúgvum royndum í felagnum, ið takkaði fyri seg á að
Eisini skulu vegirnir í bygdini asfalterast. Annars boðar Skopunar kommuna frá, at skuldin hjá kommununi nú kemur niður á eina álíkning. - Tað mest gleðiliga er, at vit koma niður á eina álikning um árskiftið [...] Eisini Skopunar kommuna hevur avgjørt at lækka kommunuskattin, umframt at kommunan fer at lækka ansingargjaldið í vøggustovuni og barnagarðinum. Tað varð samtykt á almennum fundi mánadagin. Skattaprosentið [...] árskiftið. Kommunan hevur koyrt í tungum sjógvi, tí vit brúktu nógvan penging fyri, at verða klár at taka ímóti nýggjum borgarnum, tá Sandoyartunnilin varð samtyktur, men við einum pennastroki varð strikaður
betri viðferð og kor í Danmark enn í Onglandi. - Tað er harumframt ein háðan móti teimum, sum vóru dripin av nazistunum undir Holocaust, sigur hann við TV2. The Independent hevur eina tekning, sum vísir [...] har tað í síni keiputekning teknar danska forsætisráðharran, Lars Løkke Rasmussen, sum ein nazist og, við eini tilvísing til Carlsberg, nevnir Venstre sum allarhelst býttasti politiski flokkur í heiminum [...] heiminum. Hetta hevur loypt øði í danir. Framsøgumaðurin hjá Venstre, Jakob Elleman-Jensen, nevnir tekningina óhøviliga, ósømiliga, søguleysa, ússaliga og ræðuliga, og heldur, at the Guardian skal sópa fyri
økinum haft við sær, at tað ikki hevur borið til hjá grønlendskum skipum at landa í Føroyum og síðani útflyta fiskin beinleiðis til marknaðir uttanfyri Evropa. Í staðin hevur Ísland higartil fingið ágóðan [...] relsen í Norðurjyllandi. Hetta verður so sent til føroyska útflytaran, sum leggur tað fyri Heilsufrøðiligu Starvsstovuna. Við støði í sertifikatinum skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan so eina føroyska [...] Nú ber til hjá grønlendskum skipum at umlasta fiskin í Føroyum og síðani útflyta fiskin úr Føroyum til Kina grundað á eina føroyska heilsuváttan frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Hesum boðar Vinnuhúsið
Tað er nú greitt, at ein partur av gamla kommunuskúlanum í Havn, verður lestraríbúðir. Tað hevur Tórshavnar Býráð samtykt í kvøld. Býráðið hevur samtykt at leiga Bústøðum 1.440 fermetrar av Kommunuskúlanum [...] Tí verður eisini hugsað um eina aðra ætlan, har Bústaðir keypa hendan partin av kommunuskúlanum fyri eina krónu. Fleiri býráðslimir fegnast um at fáa ungdómin inn aftur í miðbýin og teir taka tískil undir [...] at talan verður um einar 30 lestrarbústaðir. Bústaðir skal leiga lonina í 30 ár, men tað skal bera til at longja leigumálið í 10 ár, og leigan er sett til 1000 krónur um árið. Ein trupulleiki, sum kann
Í sambandi við grein í Sosialinum í dag, har ein avvarandi greiðir frá truplu støðu síni í samband við, at pápin búði heima hjá henni í nakrar vikur, hava vit sett okkum í samband við økisleiðaran í S [...] sleppa í bað mikumorgun. Um hann var illa fyri mikumorgun, mátti hann bíða eina viku, áðrenn hann slapp í bað, og soleiðis gingu vikurnar. Tað hevur verið ført fram, at starvsfólk ikki trívast í tí sokallaða [...] sokallaða Øki 1 ella Suðurstreymoy, og Eldradepillin hevur tískil sett eina trivnaðarkanning í verk millum starvsfólkini har.
Í kvøld er sendingin Hvonn Live aftur á skránni, har sent verður beinleiðis av Hvonn í Havn. Talan verður um eina hugnaliga jólasending við ymsum samrøðum og livandi tónleiki. Páll Oddur og Finnur úr bólkinum [...] Páll Finnur Páll fara at fortelja um eina heilt serliga jólaaftan, tá ið teir báðir hildu eini alt annað enn vanlig jól saman. Robert McBirnie, sum hevur undirhildið í nógv ár, fer at greiða okkum frá, hvat [...] kvøld, tá hann hevur undirhildið. Teir báðir, Tórbjørn Jacobsen og Johan í Kollafirði fara at hugleiða um millum annað jólastákan, jólahald, og teir siga frá, hvat teir sjálvir leggja í jólini. Annars
"Fold-it", so talan er um eina heilt nýggja vøru. Nordian Design, sum fyri kortum hevur fingið eina kollektión av ‘Fold-it’ til Føroyar, er farin í holt við søluna, og higartil hevur áhugin verið sera stórur [...] og stendir fyri marknaðarføringini. Teir hava báðir leingi haft áhuga fyri íverksetan og stovnaðu í 2012 egið virkið, men tað er enn bert ein hobby, sigur Brandur. "Fold-it", sum vøran eitur, kann m.a
Hagstovuni Í fiskivinnuni vóru 168 løntakarar færri í apríl í ár, afturímóti í apríl í fjør og sostatt er talan um eina afturgongd á 4,3 prosent. Eisini byggivinnan hevur afturgongd við tað, at í apríl í ár eru [...] Í apríl ár ár vóru 23.628 løntakarar í Føroyum. Hetta eru 72 færri enn í mars, ella ein minking á 0,3 prosent. Men samanumtikið er talið á løntakarum nú tað lægsta, tað hevur verið hetta seinast árið, [...] eru 60 løntakarar færri í fiskivinnuni enn í apríl í fjør og tað er ein minking á 2 prosent. Annas hava tænastuvinnurnar, bæði privatar og almennar, eina framgongd á gott 1 prosent. Ein av teimum lítlu