Danir í øðini um keiputekningar

Útlendskir keiputekningar vóru skjótir at gera gjøldur burtur úr avgerðini hjá donsku myndugleikunum, um at leggja hald á virðislutir hjá flóttafólkunum. 

 

Enska blaðið The Guardin er kanska tað frekasta, har tað í síni keiputekning teknar danska forsætisráðharran, Lars Løkke Rasmussen, sum ein nazist og, við eini tilvísing til Carlsberg, nevnir Venstre sum allarhelst býttasti politiski flokkur í heiminum. 

 

Hetta hevur loypt øði í danir. Framsøgumaðurin hjá Venstre, Jakob Elleman-Jensen, nevnir tekningina óhøviliga, ósømiliga, søguleysa, ússaliga og ræðuliga, og heldur, at the Guardian skal sópa fyri egnum durum fyrst, tí flóttafólk fáa væl betri viðferð og kor í Danmark enn í Onglandi. 

- Tað er harumframt ein háðan móti teimum, sum vóru dripin av nazistunum undir Holocaust, sigur hann við TV2.

 

The Independent hevur eina tekning, sum vísir lítlu havfrúnna ílatin prýði, sum eru tikin frá flóttafólkunum, meðan Financial Times vísir eina støðu úr Kastrup.

 

Útlendskir miðlar hava beinanvegin knýtt samband aftur til nazitýskland, sum eisini tók allar virðislutir frá jødunum, og fleiri miðlar, so sum The Independent og International Business Time nevna nazismuna í yvirskriftum sínum.