Leiga Kommunuskúlan í 30 ár til lestrarbústaðir

Ætlanin at byggja lestrarbústaðir, verður klár í næstu framtíð

Tað er nú greitt, at ein partur av gamla kommunuskúlanum í Havn, verður lestraríbúðir.

 

Tað hevur Tórshavnar Býráð samtykt í kvøld.

 

Býráðið hevur samtykt at leiga Bústøðum 1.440 fermetrar av Kommunuskúlanum at gera til lestrarbústaðir.

 

Talan er um lonina, sum vendir niðan ímóti Sjúrðargøtu, sum nú verður lestrarbústaðir og tað varð upplýst á býráðsfundinum, at talan verður um einar 30 lestrarbústaðir.

 

Bústaðir skal leiga lonina í 30 ár, men tað skal bera til at longja leigumálið í 10 ár, og leigan er sett til 1000 krónur um árið.

 

Ein trupulleiki, sum kann taka seg upp, er, at skulu Bústaðir leiga kommunuskúlan, ervandi fyri, at byggingin til lestrarbústaðir ikki verður mvg frí. Tí verður eisini hugsað um eina aðra ætlan, har Bústaðir keypa hendan partin av kommunuskúlanum fyri eina krónu.

 

Fleiri býráðslimir fegnast um at fáa ungdómin inn aftur í miðbýin og teir taka tískil undir við ætlanini.

 

Men ikki allir býráðslimir fegnastu um ætlanina og tað frætta vit meiri um her á www.in.fo, í morgin.