Durita nýggj forkvinna í Krabbameinsfelagnum

Krabbameinsfelagið hevur fingið eina nýggja forkvinna. Tað gjørdist greitt á aðalfundi í kvøld, tá formaðurin seinastu 24 árini, Jákup N. Olsen, takkaði fyri seg aftaná 30 ár í nevndini.


- Saman við nógvum eldsálum kann eg fegnast um, at nógv er komið burturúr hesi árini. Eitt av størstu frambrotunum er, at vit fingu eina krabbameinsætlan í 2009. Henda ætlanin hevur verið við til at krabbameinssjúklingar í Føroyum fáa bestu viðgerð og røkt, sum ikki stendur aftanfyri tey vælferðarlond, sum vit vanliga samanbera okkum við, segði Jákup N. Olsen á fundinum sambært heimasíðuni hjá felagnum.


Nýggj forkvinna í felagnum er Durita Tausen, og Sonja Nielsen er vald til næstforkvinnu.


Jákup N. Olsen var ikki tann einasti við drúgvum royndum í felagnum, ið takkaði fyri seg á aðalfundinum. Agnar á Dul boðaði eisini frá, at hann gavst, aftaná at hava siti í nevndini síðani 1979, tá felagið varð stovnað.


Johan Poulsen og Magnus Magnussen taka við eftir Jákup N. Olsen og Agnar á Dul í nevndini, meðan Katrin Kallsberg, ið stóð fyri vali, varð afturvald. Tiltakslimir eru Martin Joensen og Elmar Ósá.