Taka tað í stórum álvara

Hetta tykist vera eitt mál, sum er dottið niður ímillum, sigur stjórin fyri eldradepilin, Hallur Thomsen

Í sambandi við grein í Sosialinum í dag, har ein avvarandi greiðir frá truplu støðu síni í samband við, at pápin búði heima hjá henni í nakrar vikur, hava vit sett okkum í samband við økisleiðaran í Suðursteymoy, men hon vísir til Depilsstjóra, Hallur Thomsen.

Hann vil helst ikki viðmerkja eitt konkret mál, men sigur, at hann tekur tað í størsta álvara.

- Hetta sýnist at vera eitt mál, sum er dottið niður í millum, og tað eru vit sjálvandi sera hørm um, men eg trúgvi at hetta er eitt eindømi, sigur depilsstjórin.

Hann vísir millum annað á, at tað tóktist vera ein misskiljing, at tað eitt nú bert var møguligt hjá 95 ára gamla pápa Karina Jacobsen at sleppa í bað mikumorgun. Um hann var illa fyri mikumorgun, mátti hann bíða eina viku, áðrenn hann slapp í bað, og soleiðis gingu vikurnar.

Tað hevur verið ført fram, at starvsfólk ikki trívast í tí sokallaða Øki 1 ella Suðurstreymoy, og Eldradepillin hevur tískil sett eina trivnaðarkanning í verk millum starvsfólkini har.