Skopun er við í kappingini

Eisini Skopunar kommuna hevur avgjørt at lækka kommunuskattin, umframt at kommunan fer at lækka ansingargjaldið í vøggustovuni og barnagarðinum. Tað varð samtykt á almennum fundi mánadagin.

Skattaprosentið lækkar við 0,25 prosentstigum, niður í 23,25 prosent, meðan vøggustovugjaldið lækkar við góðum 350 krónum og barnagarðsgjaldið við góðum 200 krónum.

Peningur er eisini settur av til Skopunar skúla og til at seta ein smíðlærara. Eisini skulu vegirnir í bygdini asfalterast.

Annars boðar Skopunar kommuna frá, at skuldin hjá kommununi nú kemur niður á eina álíkning. 

- Tað mest gleðiliga er, at vit koma niður á eina álikning um árskiftið. Kommunan hevur koyrt í tungum sjógvi, tí vit brúktu nógvan penging fyri, at verða klár at taka ímóti nýggjum borgarnum, tá Sandoyartunnilin varð samtyktur, men við einum pennastroki varð strikaður, sigur Gerhard Lognberg, borgarstjóri.

Einki er tó so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt, sigur hann og vísir á, at kommunan nú er væl útbygd, við góðum barnagarði, nýggjum skúla, vatnreinsiverki, góðar umstøður á havnaøkinum og mangt annað.