Um vikuskiftið hevur verið kappast um Danmarksmeistaraheitið fyri lið í amboðsfimleiki. Aldursbólkarnir Youth og Juniorar hava kappast í Kastrup leygardagin.
Rebekka Ingadóttir Rein og Astrið Breckmann venja við einum donskum liði einaferð hvønn mánaða, og umboðaðu tí, saman við trimum donskum liðfeløgum, sítt danska felag KG66 í liðkappingini fyri juniorar. Rebekka og Astrið eru eisini ávikavist á danska junior landsliðnum og regiónsliðnum fyri Sæland.
Fimm feløg vóru umboðaðið og tilsamans 25 gentur kappaðust í øllum fýra amboðunum, sum eru lop, barr, biti og gólv. KG66 vann og kunnu Rebekka og Astrið nú kalla seg Danmarksmeistarar í liðkapping kappingarárið 2018.
Tær høvdu eina góða kapping, verður sagt úr Kastrup. Rebekka Ingadóttir Rein bleiv samanlagt nummar fimm í øllum amboðunum, og nummar trý í bita av 25 gentum. Astrið Breckmann fekk eitt flott fjórða pláss á gólvinum.
Føroysku genturnar høvdu soleiðis sín stóra leiklut í, at KG66 aftur hesuferð megnaði at vinna eina amboðskapping í Danmark. Eitt fantastiskt úrslit fyri ungu íðkararnar og føroyskan amboðsfimleik, sum hevur ment seg nógv síðstu árini, verður sagt úr Kastrup.