Faldari og taska í einum

Tað skortaði ikki á góðum hugskotum á íverksetaradegnum, har íverksetarir vístu síni hugskot fram

Tað skortaði ikki á góðum hugskotum íverksetararr vístu síni hugskot fram á Framtíðartorginum á Íverksetaradegnum.

Harímillum vóru Filip Nattestad Jacobsen og Brandur Sjúrðarson, sum hava fyritøkuna Nordian Design.

Nordian Design fæst við at sniðgeva og menna brúkslutir, og teir hava sniðgivið ein faldara, sum kann faldast sum ein taska. Hetta kann til dømis vera hent hjá fyritøkum at hava við á messum, greiða teir frá.

Filip er 26 ár og er snikkaralærligur og stendur fyri sniðgevingini. Brandur er 25 ár, bankamaður og stendir fyri marknaðarføringini.

Teir hava báðir leingi haft áhuga fyri íverksetan og stovnaðu í 2012 egið virkið, men tað er enn bert ein hobby, sigur Brandur.

"Fold-it", sum vøran eitur, kann m.a. kann nýtast sum ein faldari, taska ella gávukort. Hugskotið kann støðugt mennast og sniðgevast eftir kundans tørvi.

Filip og Brandur hava fingið einkarrætt uppá konseptið "Fold-it", so talan er um eina heilt nýggja vøru.

Nordian Design, sum fyri kortum hevur fingið eina kollektión av ‘Fold-it’ til Føroyar, er farin í holt við søluna, og higartil hevur áhugin verið sera stórur.