ikki so at syfta. Ætlaði hann at røkka málum, stóð hann fast á sín avgjørda hátt. Djúpu røddina kundi hann tá hevja, men tamarhaldið misti hann aldrin, tí hann var rímiligur og góðlyntur. Hansara hollu [...] meistraði hann sum fáur: Hann skilti altíð hvørjar fyrimunir ella vansar talan var um, í øllum hann tókst við. Hans var ein sera loyalur formaður, altíð til reiðar at taka trupul tøk. Og hóast hann sum formaður [...] hjá Hans Joensen, og beinavegin tá vísti hann hvat tilfar var í honum, og at felagið hevði fingið ein sera virknan og stinnan formann! Álítandi og semjusøkjandi Klandur var ikki vørumerkið hjá Hans. Hann
manningini. Alla staðni har hann starvaðist, var honum víst stórt álit, og var hann sera samvitskufullur í øllum, hann fekst við. Honum vórðu litin mong álitisstørv, og var hann m.a. formaður í líkningarnevndini [...] var. Hann las nógv og fylgdi væl við í øllum samfelagsviðurskiftum, sum hann hevði sína greiðu meining um. Hann rópti ikki upp um tað, men segði tað á sín stillføra hátt, tá høvið beyðst. Hann var ein [...] Havnar, har hann fór í læru á Tryggingini. Eftir lokna lærutíð og handilsskúla í Havn lá leiðin til Klaksvíkar, har hann fekk arbeiði á skrivstovuni hjá J. F. Kjølbro. Har starvaðist hann í bókhaldinum
Góðu Heidi, Høgni, Andrias og Edvard. Tit hava staðið sum ein klettur undir liðini á Tommy. Meðan hann alsamt gjørdist veikari, gjørdust tit sterkari saman. Sorgin er stór, og ongi fløvandi orð kunnu fylla [...] fekk við tær her á fold. Eg fari at enda hetta minningarorð við vøkru orðunum hjá Mouritsi Mohr Joensen: Løtunar byrjaðu, tveir dropar, tvey hjørtu, tvey lív. Onnur løtan støðgaði, ein dropi, eitt hjarta
og her var hann góður lærumeistari. Umframt at hann frá egnum lívsroyndum visti nógv at siga frá, so var hann bókliga væl stimbraður. Bøkurnar trutu ikki inni á Bakka og abbi las nógv, tá hann ikki arbeiddi [...] her lærdi hann okkum eisini nógv, og fegnaðist, tá hann her sá, at »eingin skal hjá ungum alva bragdarhugin forða«. Eingin dugdi betur enn abbi at vera saman við ungdómi, læra hann og stimbra hann í øllum [...] arbeiddi. Abbi æt Joen Christoffer Joensen. Hann var úr Sandvík, men búsettist í Vági 25 ára gamal. Hann og omma, Sanna (f. Tausen), giftust í 1951 inn í barnsdómsheim hennara inni á Bakka. Tvey børn fingu
køkinum hjá hvørjum øðrum. Kai Leo skuldi rópa á abba, minna abba á, at hann skuldi koma at byggja eitt træhús til hann. Hetta kemur hann ikki at skilja. Tað gleðir meg at vita, at hvussu gott tú hevði tað
inn á her. Sum dømi kann nevnast, at hann hevur verið býráðslimur í Fuglafirði, eins og hann hevur verið stýrislimur í SEV. Tá hann gjørdist pensjonistur, var hann framvegis aktivur sum formaður fyri [...] smádrongur var, tá hann plagdi at ganga í húsini at lesa elmátarar av. Seinni komu vit at kennast í fyritøkum, har Ditleif setti skjøtil á, og sum framvegis standa sum minni um hann. Tann fyrsta var Havsbrún [...] og grundgivin. Esmar Fuglø nevnir eisini hetta í sínum endurminningum. Hann var eisini stjóri í Havsbrún fyrstu tíðina, og hann tekur til, hvussu stór hjálpin var í Ditleif, og hvussu væl teir arbeiddu
“festligur fýrur”. Hann gjørdist eisini gamal sum tey flestu í Horni. Petra skipaði fyri einum stórum 95 ára føðingardegi fyri honum. Tá var hann væl fyri, men nakrar dagar seinni var hann deyður. Men beint [...] beint áðrenn fekk hann sagt Petru, hvussu høgt hann virðismetti hana. Hornaheimið var altíð merkt av nógvum gestum. Horna- og Gregersenættirnar eru jú sera stórar. Petra átti 50 systkinabørn bert í faðirættini [...] Syðrugøtu. Seinni kom hon til Havnar at tæna hjá Bomm-Jens, sum var ættaður úr Jørundstovu í Norðragøtu. Hann var giftur við Magnhild hjá Dánjal í Horni, soleiðis kom hon at kenna beiggja hennara Jóhannes. Men
Við jarðarferðina, sum var frá Vesturkirkjuni týsdagin 5. januar, segði Bergur D. Joensen prestur m.a.: Petrina varð fødd og vaks upp á Tvøroyri, dóttir Charles Hauritz úr Kolding í Danmark, og Jettu fødd [...] búgva miðskeiðis í 50-unum. Jentoft var bilførari í Havn í mong ár. Tað eru helst mong sum minnast, at hann í mong ár koyrdi á bilstøðini Akstur Bil. Petrina fekk fiskaarbeiði á Bacalao. Um kvøldarnar var hon
Per eisini spælt í orkestri. Hann spældi leingi við í Firvaldi. Hann hevði eisini stóran áhuga fyri ítrótti, og her var tað serliga hondbóltur, sum hevði hansara áhuga. Hann var eisini kassameistari hjá [...] bert at ringja eftir Per. Hann kom áðrenn hálvtalað var orðið. Per var eitt friðarfólk, og hann var altíð við tí góða orðinum. Hetta er ein signaður eginleiki. Saknaður verður hann. Hetta sást ikki minst [...] Per var føddur 31. mai 1947. Hann var sonur Monu og Tummas heima í Stovu, sum var eitt bóndahús. Teir vóru tveir brøður. Beiggin eitur Hjørleif. Lívsleiðin hjá Per var, at hann fyrst fór í realskúla og síðan
lutum var hann eisini trúfastur á sínum arbeiðsplássi. Hann var framúr raskur, hann spardi seg ikki, og tað lá væl fyri hjá honum at arbeiða. Okkurt skiftið var hann heima, og tá róði hann út. Hann var vaksin [...] Leirvíkina. Sum aðrir dreingir var hann uppií, frá tí at hann var so frægur, og hann mundi kenna seg mitt í lívinum, sum hann var runnin av, og sum hann helt so nógv av, tá hann róði út við Sjúrði Eliasen, ið [...] Jóhannes í Geilini, sum hann varð nevndur her í bygdini, borin til sítt seinasta hvíldarstað. Hann gjørdi ikki nógv um seg, og hann fór ikki langt, men at hann var virdur, og at hann hevði nógvar kenningar