Stevnan er ein lega, har pláss er fyri 60 luttakarum.
Skráin er hendan:
Fríggjakvøldið letur ein myndlistaframsýning upp í Norðurlandahúsinum við verkum, sum tit hava latið inn, og har verða pallframførslur við tónleiki, sjónleiki, dansi, filmi ella øðr-um, sum tit sjálvi vilja sýna fram. Tit kunnu luttaka við fotoframsýning, tónleikabólki, sangi, mótasýning, sjónleiki, video, tekningum, málningum, yrkingum, søgum, standmyndum, dansi, ella onkrum heilt øðrum, sum ongin annar hevur hugsa um at sýna fram áður. Til ber at luttaka í bólkum, tó ikki við meira enn 5 luttakarum í hvørjum bólki.
Leygardag og sunnu-morgun verða hesar verksmiðjur undir leiðslu av viðurkendum listafólkum:
?Tónleikur v/ Eivør Pállsdóttir, tónleikara
?Sjónleikur v/ Hans Tórgarð, sjónleikara
?Skriving v/ Marionnu Debess Dahl, rithøvunda
?Design v/ Svanhild Strøm, sniðgeva
?Myndlist á teldu v/ Inga Joensen, grafikara
?Dansur v/ Elsu Mariu Bærentsen, dansara
?Myndlist fyri ung við serligum tørvi v/ Karstin Olgar Lamhauge, myndlistamanni
Henda verksmiðjan vendur sær til ung, ið á onkran hátt hava brek. Í hvørjum einstøkum føri verður mett um, um neyðugt verður at hava egið stuðulsfólk við sær, og um luttakarin skal gista saman við hinum ella heima.
Luttakararnir og verksmiðjuleiðarin avgera í felag, hvat hvørja verksmiðja fevnir um. Bæði roynd og minni roynd sleppa framat, hvør á sínum støði. Uml. 10 ung eru í hvørjari verksmiðju (uttan í verksmiðjuni fyri ung við serligum tørvi, har støddin á bólkinum verður avgjørd eftir, hvat leiðarin heldur vera hóskiligt). Verksmiðjur kunnu arbeiða hvør sær ella samstarva um eitt felags úrslit.
Sunnudagin kl. 17 verður stór sýning fyri almenningini við úrslitunum úr verksmiðjunum. Páll Danielsen samskipar hesa sýning.
Sum nakað nýtt hesaferð bjóða vit trimum ungum at vera við í einum tíðindabólki. Hesi skulu fylgja við stevnuni, framleiða tilfar til heimasíðuna og gera eitt stevnurit. Tað er ein fyrimunur at duga at fáast við teldu og heimasíðugerð.
Øll gista í fótbóltshúsunum í Gundadali; máltíðir, framførslur og verksmiðjur verða í Norðurlandahúsinum.
Tikið verður ímóti tilmeldingum fram til 15. desember 2003.
Meira kunning um verksmiðjurnar er at lesa á heimasíðu Norðurlandahúsins: www.nlh.fo
Mentamálaráðharrin Annita á Fríðriksmørk er verndari fyri Ung í Føroyum 2004. Samskiparar fyri verkætlanini eru Rakel Helmsdal og Hedvig Westerlund-Kapnas. Norðurlandahúsið skipar fyri stevnuni og Mentamálaráðið og Tórshavnar Býráð stuðla.