Tillukku við heimastýrinum

Heimastýrislógin er í dag ikki so høgt í metum, sum onkuntíð fyrr. Í samband við, at tað mikudagin vóru liðin 50 ár síðani, at lógin var sett í gildi, hevði løgmaður ætlað, at hetta skuldi hátíðarhaldast við eini ráðstevnu

Men hesum fekk hann ikki undirtøku fyri, og varð tí ráðstevnan av ongum. Tískil var lítið og einki gjørt burtur úr degnum, hóast løgmaður gav almennu stovnunum boð um at flagga.

Kortini hava løgmaður og Vibeke Larsen, ríkisumboðsmaður, ynskt hvørjum øðrum tillukku við degnum.

Í sínum brævi til ríkisumboðsmannin sigur løgmaður:

»Í samband við 50 ára dagin fyri heimastýri Føroya verð asent bestu ynski til donsku stjórnina um bestu viðurskifti landanna millum.« Brævið er undirskrivað av Edmundi Joensen, løgmanni.

Vibeke Larsen, ríkisumboðsmaður skrivar til Føroya Landsstýri:

»I anledning av 50 årsdagen for ikrafttrædelsen af loven om Færøernes hjemmestyre sender jeg på regeringens vegne de varmeste hilsener og ønsker for hjemmestyret og det dansk-færøske forhold.« Brævið er undirskrivað av Vibeke Larsen, ríkismanni.