At mótgongd styrkir, tá tú yvirlivir hana, er bókin Okkara millum dømi um. Hesar frásagnirnar frá fólki, sum hava upplivað krabbamein á egnum kroppi ella hjá teirra næstu, eru søgur um pínslur, neyð og elendigheit, men har tær flestu, júst sum í ævintýrunum, kortini endaðu væl og lukkuliga. Dømi um, at krabbamein hóast alt ikki er nakar deyðadómur ella hevur fyri neyðini at vera nøkur vanlukka, men í summum førum kanska tað øvugta. Ein styrkjandi uppliving.
Hevði eina tíð, áðrenn bókin kom út, vitað um, at hon var ávegis. Kenni onkran, sum við er, rímiliga væl persónliga, og havi frætt um framferðarháttin, sum brúktur varð, meðan bókin varð til. Skilagott, soleiðis at lata fólk sjálv skriva sína søgu, hóast ritstjórnað verður, og tí kann roknast við, at onkrar smáar viðmerkingar eru gjørdar. Vit, sum eisini kenna ritstjóran, vita, at har verður farið nágreiniliga fram, og einki verður latið tilvildini at ráða yvir.
Tað er sjáldsamt at síggja føroyingar, sum vanliga eru eitt tigandi og innisælt fólkaslag, soleiðis sum her venda ranguna út. Tú situr við kensluni av, at hesi fólkini hava havt eina ógvusliga uppliving, sum tey bara ikki kunnu halda inni við seg sjálvan.
Og so leita tankarnir aftur til teirra, sum hava upplivað ymiskt vandamikið, eitt nú á sjónum, har vanliga viðmerkingin er, at slíkt verður ikki tosað um.
Men her er »tabuið« brotið. Her fáa vit søguna um kenslurnar, sum bylgdust í hesum fólkunum, sum fingu boðini um krabbamein. Tað verið seg hjá sær sjálvum ella øðrum. So húðleyst erligt, at tú situr eftir og mestsum hevur upplivingina av, at tað er tú sjálvur, sum hevur verið ígjøgnum alt hetta.
Fólk gráta frá hond. Tað er óvanligt at hoyra vaksnar menn siga frá, at teir gráta. Teir vilja vanliga ikki viðganga tað. Tað er ómansligt. Føroyskir dreingir eru nógvir uppvaksnir við, at stórir dreingir og raskir dreingir gráta ikki. Og kortini stendur á hjá teimum flestu at halda hesum kenslum aftur, tá harðliga leikar á. Men at viðganga tað er verri. Her hava vit tað tó á prenti. Teir grótu.
Bókin Okkara millum gevur eisini fólki eitt ávíst innlit í, hvussu fjølbroyt hetta, sum undir felagsheiti verður nevnt krabbamein, í veruleikanum er. Vit hoyra um svullir, sár og móðurmerkið, sum vaksa. Mestsum líka ymisk, sum fólkini eru, eru sjúkurnar, og sera væl er hetta greitt á prent. So fjølbroytt, at tað júst gevur lesaranum eitt innlit í, hvussu fjøltáttað hetta er.
Men fyrst og fremst situr tú eftir við kensluni av, at hetta við krabbameini hevur ikki fyri neyðini at vera nøkur vanlukka, hóast tað í nógvum førum endar galið. Tað eru so ótrúliga nógv, sum klára seg heilt væl burtur úr hesum, og sum fáa bæði langt og gott lív eftir krabbameinið.
Bókin avdúkar, at tað mangan stendur á hjá teimum professionellu, sum eru um hesar sjúklingar, at bera teimum tann boðskapin, tey allarhelst ikki ynskja at hoyra. Hetta, at tú hevur krabbamein. Vit hoyra um læknar, sum líkasum ikki tora ella vilja hyggja í eyguni á fólki og siga, sum er. Eisini er dømi um, at sjúklingur ikki fekk at vita, at hann var sagdur at vera frískur, fyrr enn hann av tilvild fekk tað at vita á eini vitjan á sjúkrahúsi langt eftir, at tað annars varð staðfest.
Slíkar søgur vekja ta hugsan, at okkara heilsuverk kanska ikki er so væl fyri, sum vit ganga og billa okkum inn. Og tað er ikki so gott. Kanska er tað aftur hetta við, at slíkt, sum nítur fast, tosa vit ikki um í Føroyum.
Bókin er løtt at lesa. Er 200 síður til støddar og fæst kring alt landið.










