Til stuttleika og gaman

Hugskot til øðvísi hátíðarhald:

Bjóða víðagitnu, serføroysku matarskránna frá Lauru Joensen.


Leiga ein ferðafólkabát, til dømis sluppina Norðlýsið ella ein lystbát.


Paint-ball er vælumtókt til polterabend og ungdómsveitslur – men hví ikki eisini til pensionistafelagið?


Fá eina heildaruppliving á søguliga Seglhúsloftinum á Tvøroyri, har Anna Kirstin Thomsen skipar fyri øllum, líka frá gastronomi, undirhaldi og dansiundirvísing.


Spa og vakurleikarøkt er stak væl egnað til hugnaball hjá bindiklubbanum ella til polterabend.


Leiga eina trampolin ella eina hoppiborg.


Sigl alt selskapið út á útoyggj til skipstroyggjuball, har veitsla og gisting til dømis er í stórum tjøldum.


Bjóða heilstokt lamb fæst frá Árna Müller í Klaksvík. Hann kemur við kokki, grill, lambi og tilhoyri um alt landið.


Felagið Fegin í Klaksvík leigar ein flaka út til privatfólk. Flakin, sum kann liggja hvar sum helst, hevur tjald við vesi, og gass-grill. Pláss er fyri umleið 35 fólkum, og undirhald er við í leiguni.


Sama felag skipar eisini fyri grillhugna í smáttuna hjá Archibald Black, bónda, í haganum hjá Nólsoyar Páll. Tað eru 20 minuttir at ganga niðan.


Kunningarstovurnar kring landið eru altíð við upp á at skipa fyri einum góðum veitslutilboði í teirra øki.


Eina ljósa summarnátt ber altíð til at fara oman á sandin og ganda eitt gott ball fram við báli, gittara og einum ryggsekki av dýrmettum dropum.