Bridge
Ikki færri enn 4 lið fara at umboða Føroyar í sterku valdømiskappingini hjá Íslendska Bridge Sambandinum. Kappingin er soleiðis skipað, at hvørt valdømi sendir fýra tey sterkastu liðini at umboða seg í hesari sera sterku kapping.
Hetta er fyrstu fer, at føroyingar luttaka í einari slíkari kapping, ið er skipað á sama hátt sum ein talvkapping fyri lið. Tað vil siga, at tey fýra liðini hjá okkum verða sett á 1,2,3, og 4 borð, alt eftir styrkið.
Liðini, ið skulu umboða Føroyar eru:
Borð 1:
Bogi Simonsen Hallberg Arnfríðson
Robert Langaard Allan Dal- Christiansen
Borð 2:
Marner Joensen Dia Jacobsen
Jákup Hjaltalin Arnbjørn Sivertsen
Borð 3:
Rói á Rógvu Joensen Jens Midjord
Hans Jacob Petersen Árant Berjastein
Borð 4:
Høgni Jacobsen Finn Ougaard
Sakaris Joensen Salamon Johannesen
Allir leikarinir á føroyska liðinum eru leikarar, sum vera at síggja í 1.deild komandi kappingarár.
Rottneros Cup
Eitt lið úr Føroyum luttekur um vikuskiftið í Rottneros Cup í Svørríki. Kappingin er einans fyri tey lið, ið eru steypavinnarar í teimum ymisku norðanlondunum. Rottneros Cup er ein av teimum sterkastu kappingunum í heila tikið. So tað verður ein sera torfør uppgáva hjá okkara monnum at loysa.
Liðið, ið umboðar Føroyar er:
Jóannes Mouritsen Heðin Mouritsen
Dánjal Pauli Mohr Per Kallsberg
Til Hetlands 25 til 29 mai.
Aftur í ár verður fari til Hetlands at spæla bridge móti hetlendingum. Hetta er tríðja árið á rað at spælt verður móti hetlendingum. Í fjør vóru ikki færri enn 32 spælarar, ið fóru við Norrøne til Leirwick.
Tað er Smyril Line, ið saman við Boga Simonsen, sum skipar fyri túrinum. Fari verður av Havnini hósdag áleið kl. 17.00 og komið verður aftur á Havnina mánamorgum kl. 06.00.
Tilmelding fer fram hjá Smyril Line.