Skála: Prátið gongur lystiliga í skúrinum, sum stendur her við bátahylin á Skála.
Við borðið standa seks egnaðr mans í góðum aldri, hvør ídnari enn annar í egningini. Men hóast stóra virksemið, er ikki tøgn í skúrinum.
Nógv ymisk mál verða tikin fram eina slíka løtu, serliga evni ið hava við sjógvin at gera ella um tað sum gongur fyri seg í løgtinginum.
- Ofta verður eisini tosað um seyð. Hjá teimum sum eiga seyð er nógv at tosa um, men vit, sum einki eiga, vit lurta bara við áhuga.
- Ja, eg vil næstan siga tað so, at tað sum man ikki fær at vita her, tað fær man neyvan at vita í Sosialinum heldur, sigur Rudolf við einum brosi.
Árla
Henda morgunin var Rudolf farin árla frá heimi sínum á Selatrað. Eins og hann plagar, dámar honum best at fara undir tann fyrsta stampin tíðliga.
Hóast Rudolf er her umleið klokkan 7, so er hann kortini ikki fyrsti maðurin í skúrinum. Aðrir hava longu verið her í eina tíð, tá hann morgunfrískur og egningarhugaður trínur inn um gátt.
- Jú, hetta dámar mær sera væl, skal eg siga tær. Einastandandi væl. Hetta er fínt hjá einum gomlum manni sum mær at takast við, sigur Rudolf, sum er í ferð við at gera seg lidnan við enn ein stamp.
Hann er einsamallur í húsi, og sær tí fram til at koma út fyri dyr í tann serliga felagsskapin sum er millum hesar væl-til-árs-komnu-egnararnar-á-Skála.
- Tá vit hava arbeitt eina løtu, er tað ein sum ger kaffi til okkum. Og tað smakkar sera væl afturvið wienarbreyði og øðrum sum teir kunnu borðreiða við.
- Nei, her manglar einki.
Til middags
Skúrurin stendur við bátahylin á Skála, og við borðini er einans pláss fyri einum avmarkaðum tali av egnarum.
Teir flestu møta tíðliga, og tað ger Rudolf eisini. Men hann plagar sjáldan at steðga longri enn fram ímóti middegi, einar fimm tímar ella so.
- Eg eri beint nú í ferð við stamp nummar 2 í dag. Og so taki eg ein aftrat, og tá man vera tíð at sleppa sær til húsa aftur, sigur hann brosandi.
Eingin føst skipan er, nær teir møta, hvussu leingi teir skulu vera her, ella nær teir fara til hús aftur. Teir hava bara funnið sína egnu rútmu.
- Vit eri seks mans sum egna ísenn, og tá onkur fer til hús á døgurða, kemur ein annar beinanvegin í hansara stað.
- Hetta er ikki nakað fast, men soleiðis koyrir tað bara.
Gott agn
Rudolf er gamal skipari, og hevur verið øll síni góðu ár á sjónum. Men hann hevur eisini egnt fyri seg.
Hann egndi í eina tíð hjá Norðsøka, sum hevur heimstað á Eiði, og sum nøkur av systkinabørnum hansara áttu.
- So góvust teir við línuni og løgdu um til snellu ístaðin. Og nú havi eg so egnt her á Skála hjá Falkinum, greiðir Rudolf frá.
Útróðrarmonnum flest dámar best gágguna sum agn. Men her á Skála brúka teir í løtuni bæði høgguslokk og gággu, av teirri einfaldu orsøk at tað er so ringt at fáa fatur á gágguni.
- Tí egna við annanhvønn húk við høgguslokki og annanhvønn húk við gággu.
- Eg haldi ikki at fiskiskapurin verður so nógv verri av hesum. Í gjár høvdu teir 6000 pund, og eru longu farnir avstað aftur í morgun.
snorri@sosialurin.fo
90.000 pund
Falkurin hjá Sjúrða Joensen er heimahoyrandi her á Skála, men liggur fyri tað mesta norðuri á Eiði. Hetta kemst av, at teir royna mest norðanfyri.
Fiskiskapurin hevur eisini verið góður. Sambært Rudolfi høvdu teir báðir menninir umborð rættiliga góðan fiskiskap í farna mánaði.
- Ikki fyri at reypa, so haldi eg at teir fingu eini 90.000 pund frá jólum og januar mánað út, sigur Rudolf. - Tað ger væl ikki støðuna verri, at Falkurin eisini hevur góðar og trúfastar egnarar.
að
(