javnt á heimavølli. Tað er so satt, sum tað er sagt. Umframt støðuna hjá meistarunum er stóri spurningurin eftir fyrsta umfarið, hvussu sannførandi skálamenn eru. Teir hava gott fólk, og fyrsta royndin í ár [...] So er fótbólturin farin á rull aftur. TB og FSV hava verið roknað sum bestu boðini at flyta upp. Kanska saman við AB. Hesi trý feløgini fingu øll fult leygardagin. Mest merkisverda úrslitið í bestu deildini [...] uttanfyri. At breiddin er stór, fer at koma væl við, tá ið leikbannini fara at gera um seg. Ofta nógv á heimavølli HB hevur verið meistari tvey tey seinastu árini. Tá hava teir báðu ferðirnar spælt næstan
bilamálið so at heimarøktin kring alt landið eisini kann fáa tænastubilar. ? Vit eru fegnar um, at tað loysti seg at standa fast, siga tær. Men tær ásanna eisini, at tað hevur mangan staðið nógv á og at [...] til teir almennu bilarnir vórðu komnir. Heimasjúkrasystrarnar í teimum ymsu økjunum í landinum skuldu so fáa teir sjey bilarnar. Hildu fast Men hesa loysnina góðtóku heimasjúkrasystrarnar í Suðuroy ikki, [...] Heilsumálastýrið hevði havt ríkiligt av tíð til at útvega teimum bilar og eykajáttanarlógin varð ikki so frægt sum løgd fyri Løgtingið enn og enn minni samtykt. Síðani 1. november hava tær tí gingið, ella
at gera ov nógv av og tað, eg havi fingið at vita frá Strandferðsluni er, at hon hevur fingið ein hissini fyrispurning í eini telefonsamrøðu frá onkrum, sum kennir til føroysk viðurskifti. Fólk, sum hava [...] ans. Men politiskt hevði tað verið ósømiligt at latið vera við at kanna málið. Tí gjørdi eg tað og so mátti eg heldur taka tær skolur, sum komu. ?Politiskt hevði tað skeivt at latið vera við at kanna málið [...] hevði blivið ógvuligah eitur undir mær, um vit høvdu gjørt sáttmála um nýtt suðuroyarskip, men at tað so aftaná kom fram, at vit høvdu havt eitt tilboð, sum var bíligari, men sum ongantíð varð kannað. Men
helst ásannast, at slíkur leistur er deyðadømdur í vesturheiminum í hesum tíðum. Tað er komin ein nógv betur kapping innan okkara høvuðsvinnu, og eg meini, at vit eru mitt í eini, meir ella minni tilvitaðari [...] almennum feløgum, men sjálvandi um vit skulu gera okkum hugsingar um at tilvirka okkara rávøru meira, so krevur tað einki minni enn limaskap í ES, væl at merkja um vit skulu satsa uppá tann marknaðin í framtíðini [...] fiskidagar ikki bara ein annar háttur at gera upp nøgd og virði av fiski uppá? Síðani verður tosað um, at fólk hava ringt við at skilja, hví tað ikki er meira váðafúsur kapitalur, sum verður settur í høvuðsvinnuna
vatnskutarunum, men eftirlýsir heldur ábyrgdarfullari atburð, so trygdin verður í hásæti. - Tá t.d. tyrlur eru á flog, er samband fimtanda hvønn minutt, so vitast kann, um alt gongur eftir ætlan. Men í hesum føri [...] tískil hevði verið ynskiligt, um fólk høvdu hugsað seg betri um og boða frá, tá ætlanir sum hesar eru á skránni, sigur ein avgjørdur Djóni Weihe. Hvussu er og ikki, so settu Atli S. Petersen og Sveinur [...] verður frá, tá frítíðarbátar, smábátar, vatnskutarar o.s.fr. leggja frá landi, tí tað ger arbeiðið nógv lættari fyri okkum, umframt at trygdin er í ordan, slær Djóni Weihe fast. Hann eftirlýsir tættari
onnur kunnu taka hetta upp eftir hann, so hevur býurin eina bjarta framtíð, segði sparikassastjórin. Eyðfinn Reyðberg endaði røðu sína við at endurtaka spurningin, sum so ofta verður havdur á lofti: Hvønn týdning [...] býin, og tað vísti talið á uppmøttu fólkamongdini eisini. Veðrið var av tí allarnbesta, og eini 1500 fólk vóru savnaði saman á Biskupsstøð, har standmyndin av J.F. Kjølbro er reist. At J.F. Kjølbro er fyrsti [...] Jacobsen, borgarstjóri, byrjaði hátíðarhaldið við at flyta fram røðu um hendan megnarmann, sum hevur havt so stóran týdning fyri Klaksvíkina. Vónin hjá honum var, at standmyndin av Kjølbro kann verða til eggjan
bygnaðin? Hvat sigur skattaborgarin til, at noyðast at gjalda fyri slíkan atburð? Tað vantar ikki nógv í, at so væl politikkarar sum fyrisiting hava mist tamarhaldið á landsins størsta arbeiðsstað. Mær lysti [...] leiðslubygnað á LS, sum allir partar tóku undir við. Hesin íbirti vónina um, at nú fór friður at valda, so orka og tilfeingi betri kundi gagnnýtast til at menna arbeiðsplássið, sjúklinginum at gagni. Fyritreytirnar [...] skylda hjá einari leiðslu er at tryggja, at tann tøki peningurin verður nýttur á skilabestan hátt, so sum mest fæst burtur úr til endamálið fyri stovnin (heilsufremjan). Tað er jú skattaborgarin, sum í
ikki skulu hugsa so nógv, at tað ikki er gott ella rætt. Sjáldan hoyra vit, at tað ikki er gott at hugsa ov lítið, tí tað er mangan tann størsti feilurin í lívinum. Í veruleikanum er tað fólk helst meina, [...] eftir ikki at hugsa skeivar tankar, ið helst eru skaðiligir. Men grava vit longur í hesi tankarøð, so er tað eitt djýpri lendi, ið er tengt at tí dulda mátti innan í okkum, sum fær okkum at gerast virksom [...] sjálvkenslu hins einstaka. Vit liva sum sagt við tveimum háttum av virksemi, tað vanliga og rutinukenda, og so hin ótvingaða frælsa lívkenslan, ið aftur passar saman við gerandiskensluni og lívskensluni. Lívið
læggja eina miðvísa ætlan fyri, hvussu føroyskir dómarar, ákærar o.s.fr., kunnu búgvast út, so at vit hava fólk at taka við hesum týdningarmiklu størvunum. ? Tað liggur eisini í kortunum, at í eini skiftistíð [...] stjórnin ikki taka samstarva í hesum máli, framdu vit yvirtøkuna av okkara eintingum. Úrslitið varð so, at Føroya Landsstýrið og danska stjørnin settu hvør sína nevnd av embætisfólki at fyrireika yvirtøkuna [...] glið nú av álvara er komið á arbeiðið at yvirtaka løgreglu og dómsvald. ? Hesi bæði málsøkini eru nógv tær týdningarmiklastu umsitingarligu bindingarnar, sum enn eru ímillum føroyar og Danmark. Tá ið løgreglan
veit maðurin, hvat hann keypir. Hetta sigur heldur ikki so lítið um Inga sum fótbóltsleikara, við tað at ein og hvør fær ikki bjóða sáttmála frá so stórum felagi. Tað, sum rópt verður ?headcoach? í Arsenal [...] Ingi Højsted er sostatt einasti av øllum teimum 1500, sum hevur fingið sáttmála, og tað sigur ikki so lítið um evnini hjá Inga sum fótbóltsleikara. Ingi sigur, at Arsenal nú hyggur meiri eftir ungum leikarum [...] helst. Maðurin eitur Don Howe, og var hann enskur landsliðsvenjari í 1982. Sostatt hevur Ingi gott fólk kring seg, sum vita, hvat skal til fyri at gera hann til eina komandi stjørnu. Tá vit spyrja Inga