"eydnan sveimar einsamøll við strendur frætt er frá
har havið klárnar perlur glampa druknar spegilstrá
innilæstur longsul seg letur í sítt skrúð
endaleysar undanførslur ivast aftur nú"
Kári P.
Vit tosa ella hugsa mangan um, hvussu lív okkara kann rúma einum modernaðum hugtaki sum lívsgóðsku. Tankar um tað góða lívið og hvat er moralskt rætt, eru vit helst øll hugtikin av.
Øll hava vit tankar, meiri ella minni tilvitað, um tað góða lívið fyri okkum. Tvístøðan ímillum tað, sum nøktar okkara tørv, og tað, sum ikki ger tað, finst í mongum hami. Hetta at kenna seg nøgdan, mettan og í friði við sjálvan seg, umhvørvið og tíðina varir sjáldan leingi. Altíð er okkurt í heiminum og lívinum, og í samfelagnum finst ónøgdin, ein kensla av mangli, friðloysi og ótta. Ein meiri ítøkilig og vanlig tvístøða er æviga skiftandi javnvágin ímilum kensluna av innari ríkidømi, lívsfyllu og at blóma sum menniskja, og so kensluna av tómleika og innara deyða. Vit umsita øll eina røð av ymiskum eginleikum, styrki og møguleikum, sum vit hava hug at menna og brúka. Men eisini her er ivin, tvístøðan og óttin fyri um tað ein hevur hug til verður til nakað, og um tað kann miseydnast. Eru dreymarnir ov lítið veruleikakendir kunnu teir senda okkum á ferð inn í daprar óeydnisdalar, har bert longsulin ræður fyri borgum. Serliga óttin etur mangan sálina meðan vit liva og geva okkum nærum kensluna av at vera livandi deyð.
Vit læra í uppvøkstrinum, at vit eru einstaklingar, at vit noyðast at geva lívinum skap og vit noyðast hvønn dag at velja lívsleið, um vit vilja halda á, gevast, fara annan veg ella melda pass. Ígjøgnum lívið broytist kenslan av, hvussu væl lívið eydnast ? altíð eru vit noydd at hugsa, um vit liva eitt lív við eini meining, um vit eru støðufest, vísa ábyrgd, taka rættar avgerðir, um vit eru sjálvstøðug, ektað og til kensluna av øllum tí øvugta av hesum idealum. Flest øll læra eisini, at tey hava hug at ganga fleiri vegir í senn. Trongd og ynskir ganga ikki altíð væl í hond. Evnir, vit og skil føra okkum mangan ein veg, meðan tað vit brenna fyri, gleðast yvir mangan hongur eftir ótroytt og einsamalt. Aðalspurningurin verður, um ein skal fara eftir tí, vit brenna fyri í sjálvum sær, ella skulu vit tráa eftir hóvsemi, javnvágini og kanska at læra at liva við, at ein hevur ymisk ynski? Skulu við leita eftir sjálvstøðugerðingini við at royna at hevja okkum í lívinum, ella er hetta at finna í kærleikanum og í vinarlagnum? Tað eru slíkir spurningar, ið eg viðgeri í hesum teigi framyvir. Lívsheimspeki er torfør at viðgera uttan at koma inn á etiska heimspeki, men hetta geri eg minni við.
Tá ein hugsar um, hvat er til gagns fyri ein sjálvan, er ikki gjørligt at gloyma, hvussu hetta ávirkar eins næsta. Vit hittast í samtaluni og í samveruni, har vit geva av okkum sjálvum. Vit fáa eisini vald yvir hinum, ið vit kunnu nýta ella misnýta - til at vera nærverandi, uppmerksom, at kunna gloyma okkum í øðrum, ella at vera líkaglað. Vit hava ábyrgdina av lívinum hjá næstanum og tey av okkum. Skulu vit vera opin, fylt við næstrakærleika, miskunnsemi og brúka alt lívið at taka okkum av øðrum? Ella skulu vit útihýsa tey flestu og vera okkum sjálvum næst? Rúmar modernaða boðið um at ?finna seg sjálvan?, einstaklingagerðingina ikki eitt paradoks, ímillum at vera sær sjálvum næstur og at fremja næstrakærleika og góðsku? Er tað í hesum, at eydnan býr, í vitanini um, at ein má royna at trívast innast í sjálvum sær, ikki hokna av longsli, ótta og undanførslum? Tá ein kennur sjálvan seg, verður tað helst lættari at liva. Og er ein góður við seg sjálvan er gjørligt at vera góður við onnur. Eydnan er til. Leitið ikki eftir henni, so kemur hon ikki til ein. Hon er svikaligur gestur, ið helst vitjar á gólvið hjá tí, ið ikki væntaði vitjan.