Sjúklingar verða tiknir til gíðsla í hesi eirindaleysu orrustu fyri at røkka snævurskygdum málum. Slík framferð hevur verið darvandi fyri arbeiði á okkara størsta arbeiðsplássi.
Eftir langt og tógvið stríð eydnaðist tað, við politiskari fyriskipan, at tilevna ein leiðslubygnað á LS, sum allir partar tóku undir við. Hesin íbirti vónina um, at nú fór friður at valda, so orka og tilfeingi betri kundi gagnnýtast til at menna arbeiðsplássið, sjúklinginum at gagni. Fyritreytirnar fyri hesum var sjálvsagt, at leiðslubygnaðurin fekk loyvi at virka, og at starvsfólk respekteraðu hendan.
Leiðslubygnaðurin á LS bleiv viðtikin fyri at skapa støðuleika, sum grundarlag fyri menning og framburði.
Ikki skuldi ganga long tíð, fyrr enn ein bólkur, í størstu vanvirðing fyri arbeiðsplássinum, við nýtslu av fjøðlmiðlunum og politiskum ágangi royndi at kroysta ígjøgnum ultimativ eginkrøv.
Flest allar deildir og virkisøki á LS kenna, at teimum væntar starvsfólk og ábøtur, hvat leiðslan hevur verið vælvitandi um. Trupulleikin er bert, at verður játtanin hækkað einastaðni, skal sama upphædd skarvast av onkra aðra staðni, tá tann samlaða játtanin skal haldast. Ein ófrávikilig skylda hjá einari leiðslu er at tryggja, at tann tøki peningurin verður nýttur á skilabestan hátt, so sum mest fæst burtur úr til endamálið fyri stovnin (heilsufremjan). Tað er jú skattaborgarin, sum í síðsta enda skal gjalda. Tí má grundstøði altíð verða, ongantíð at geva meirjáttan, fyrr enn tey strukturellu viðurskiftini eru kannað og funnin hóskandi.
Eftir øllum at døma eru tað fleiri, sum ikki rættiliga hava fatað, hvat leiðslubygnaðurin inniheldur. Hetta kemur týðiliga til sjóndar í dulnevndum lesarabrævi frá »nøkrum sjúkrasystrum á B6«, sum letur skína ígjøgnum sjónarmiðið, at sjúkrarøktarstjórin, eftir teirra tykki, er longdi armurin hjá sjúkrasystrafelagnum á Landssjúkrahúsinum. Hetta er grundleggjandi skeiv fatan. Sjúkrarøktarstjórin er fyrst og fremst leiðari í eini trímannaleiðslu við sjúkrarøktarfakligum innliti, somuleiðis sum læknastjórin ikki umboðar fakfelagspolitisk sjónarmið hjá læknabólkinum, men er leiðari við læknafakligum innliti.
Sum arbeiðstakari hevur ein altíð rætt at gera vart við óhóskandi arbeiðsviðurskifti. Um áheitanin ikki gevur gætur, er tað upp til ein sjálvan at taka persónligu fylgjurnar av hesum. Velur ein at siga seg úr starvi, eru viðurskiftini við arbeiðsgevarin at enda komin. At uppsøgnin verður nýtt í eini neyðtøku av arbeiðsstaðnum er at fara út um, hvat ein kann loyva sær, og átti ikki at vunnið frama nakrastaðni.
Sum leiðandi yvirlækni á skurðdeplinum eri eg í villareiða, hvussu eg framyvir skal ráðgeva innan mítt øki. B5 er størsta seingjardeild í deplinum, har starvsfólk knossast dagin langan og veita eina dygdargóða tænastu uttan at gremja seg, vælvitandi, at B5 hevur lægri starvsfólkamanning, størri røktartyngd og fleiri seingjarpláss enn B6. Støðan er lítið annarleiðis á skurðgongini, innan skrivaraorkuna o. s. fr., har starvsfólk kýta seg og síggja eina æru í at veita eina nøktandi tænastu, uttan at grenja. Mangur man sita við einum beiskum ráki eftir í munninum og spyrja seg sjálvan: Gjørdi eg nú tað rætta? Eg royndi at halda játtanina, og hóast skjalprógvan og tøl at vísa á tørvin fyri meirjáttan innan mítt virkisøki, vann hetta ongar sømdir, meðan B6 við størstu vanvirðing fyri galdandi mannagongdum, viðtøkum og leiðsluskipanum, vann frama við sínum krøvum. Hetta er ein dyggur smeitur fyri Landssjúkrahúsið og í síðsta enda Føroya fólk
Eru tað »taliban- metodirnar«, ið skulu nýtast fyri at røkka eina nøktandi normering, ella skulu vit framvegis halda okkum til tann skipaða bygnaðin? Hvat sigur skattaborgarin til, at noyðast at gjalda fyri slíkan atburð? Tað vantar ikki nógv í, at so væl politikkarar sum fyrisiting hava mist tamarhaldið á landsins størsta arbeiðsstað.
Mær lysti at fingið eitt boð frá sjúkrasystrunum á B6 uppá, hvar tær halda, meirjáttanin til B6 skal verða tikin frá(???).