Vildi heldur taka skoluna enn at tiga

?Eg varð greiður yvir, at tað fór at vekja ans, at málið um at keypa Norrønu til suðuroyarsiglingina, varð kannað. Men poltiskt hevði tað verið ósømiligt at latið vera. So mátti eg heldur taka skolurnar, sigur Bjarni Djurholm

 

Suðuroyarsiglingin


Tað er nú greitt, at Landsstýrið fer ikki at taka av tilboðnum frá Smyril Line at keypa Norrønu til suðuroyarsiglingina.

Mánadagin bar Vinnumálastýrið eitt bræv oman til Smyril Line, har takkað var fyri tilboðið, men av avgerð var tikin um ikki at taka av.

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum sigur, at sostatt er málið avgreitt og at arbeiðið at byggja nýggjan Smyril heldur fram ótarnað.

Næsta politiska stigið í ætlanini at byggja nýggjan Smyril, verður at leggja eina verklagslóg fyri Løgtingið, har tað gevur Landsstýrismanninum heimild at gera byggisáttmála um nýggjan Smyril.

?Hendan verklagslógin hevur verið liðug í fleiri vikur og Bjarni Djurholm væntar fyri vist, at hon verður løgd fyri tingið í næstu viku.

Orsøkin til, at hon ikki er løgd fram enn, er, at ivi hevur tikið seg upp um orðingarnar í lógini og tí hevur hon í langa tíð ferðast ímillum Løgmansskrivstovuna og Fíggjarmálastýrið.

?Hetta er tí, at roynt verður at finna eina fastan form fyri, hvussu slíkar verklagslógir skulu orðast.

?Nú eru stýrini samd um orðingarnar, men nú er lógin strandað í Løgtingsskrivstovuni. Har halda tey, at av tí at orðalagið í lógini er broytt, skal hon kanska aftur fyri á landsstýrisfundi.

Bjarni Djurholm sigur, at hetta er ein løgfrøðiligur spurningur, men hann væntar, at málið verður endaliga avgreitt nú og lagt fyri tingið í næstu viku.


Mátti heldur taka skolurnar

Bjarni Djurholm heldur framvegis fast um, at tað var rætt at kanna tilboðið frá Smyril Line.

?Eg visti, at hetta var eitt kensluborið mál og eg visti, at tað fór at vekja ans. Men politiskt hevði tað verið ósømiligt at latið vera við at kanna málið. Tí gjørdi eg tað og so mátti eg heldur taka tær skolur, sum komu.

?Politiskt hevði tað skeivt at latið vera við at kanna málið. Sessurin í Vinnumálastýrinum hevði blivið ógvuligah eitur undir mær, um vit høvdu gjørt sáttmála um nýtt suðuroyarskip, men at tað so aftaná kom fram, at vit høvdu havt eitt tilboð, sum var bíligari, men sum ongantíð varð kannað.

Men Bjarni Djurholm dylir ikki fyri, at hann er ørkymlaður av av summum av teimum atfinngingum sum eru komnar.

?Tað liggur fast, at tað var eitt samt Landsstýrið, sum gjørdi av at kanna málið og at tað sostatt var politisk semja í samgonguni um tað.

Strandferðslan hevur sagt, at hetta ikki hevur verið til fyrimuns fyri umdømi føroyinga uttanlands, at ivi nú er sáddur um ætlanina at byggja nýtt skip, hóast biðið er um tilboð?

? Tað eri eg als ikki samdur um. Tað er ongin orsøk til at gera ov nógv av og tað, eg havi fingið at vita frá Strandferðsluni er, at hon hevur fingið ein hissini fyrispurning í eini telefonsamrøðu frá onkrum, sum kennir til føroysk viðurskifti.

Fólk, sum hava sitið í fyrireikingarnevndini, hava eisini boðað frá, a Norrøna hevur verið til viðgerðar fyrr í sambandi við Suðuroyarsiglingina, men at hon varð vrakað. Hví verður hon so kannað einaferð afturat?

?Tað er lutvíst rætt. Strandferðslan hevur kannað møguleikarnar at útvega eitt annað skip, men metti ikki, at tey fingueitt brúkt skip, sum var nóg væl hóskandi til suðuroyarsiglingina. Tá ið Norrøna søkti um almennan stuðul, varð tað fleiri ferðir nevnt, at tað kundi verið eitt hugskot, at landsstýrið keypti Norrønu, men tað varð slept, og ein orsøk til tað var, at tað kundi verðið tulka sum almennur stuðul til Smyril Line.

? Hetta var áðrenn avgerð varð tikin um at byggja nýtt suðuroyarskip og tá var Norrøna ikki til sølu. Men tá ið teir nú bjóða Norrønu til sølu og senda okkum ein skrivligan fyrispurning, hava vit skyldu at kanna tað, sigur Bjarni Djurholm.