Botnurin tykist fara at liggja ovarlaga

Skála og ÍF avrikini góvu ikki ábendingar um, at hesi bæði liðini ætla sær støðugt at vera partur av botnstríðnum, og í toppinum tykjast B36 og GÍ at vera væl fyri

So er fótbólturin farin á rull aftur. TB og FSV hava verið roknað sum bestu boðini at flyta upp. Kanska saman við AB. Hesi trý feløgini fingu øll fult leygardagin.
Mest merkisverda úrslitið í bestu deildini var greitt longu mikukvøldið. Skála, sum tvey tey fyrstu árini í bestu deildini, ikki undan summarsteðginum hevur verið omanfyri niðurflytingarstrikuna, vann á HB. Meistararnir tvey tey seinastu árini vóru alt annað enn sannførandi.
Leygardagin vann HB á KR í Gundadali. HB avrikið var væl betri enn ímóti Skála, men kanska vóru íslendingarnir ikki heilt væl fyri, eftir at teir í eitt samdøgur høvdu verið ávegis til Føroya. Heilt víst er tað, at HB fegið hevði viljað skift heiðurin, at vera fyrsta føroyska felagið, sum hevur vunnið í Atlantic Cup, út við trý stig ímóti Skála.
Sunnudagin fer á Mølini á Eiði ábending at fáast um, hvussu tað stendur til hjá hesum báðum feløgunum. EB/Streymur, sum hevur mist fleiri lyklaspælarar, legði í Gundadali rygg til størsta tapið í fyrsta umfarinum. B36 hevur verið roknað sum ein av favorittunum. Tað var i 2. hálvleiki, at teir vóru sannførandi, meðan EB/Streymur hevur ilt við at sleppa av við sjúkuna at hava lítla úrtøku.
Hjá B36 sótu fleiri at teimum, sum mugu roknast fyri berandi kreftirnar, uttanfyri. At breiddin er stór, fer at koma væl við, tá ið leikbannini fara at gera um seg.

Ofta nógv á heimavølli
HB hevur verið meistari tvey tey seinastu árini. Tá hava teir báðu ferðirnar spælt næstan helmingin av kappingini, áðrenn teir hava tapt. Bæði í fjør og í fyrraárið taptu teir ikki fyrrenn í áttanda umfarinum. Í fyrraárið var tað á Eiði, og í fjør var tað ímóti B36.
Hesa ferð skal HB spæla tveir teir fyrstu landskappingardystirnar á útivølli. Í fjør spældu teir í 2. umfari í Runavík (2?2). Allir hinir dystirnir í fimm teimum fyrstu umførunum vóru í Gundadali. Í fyrraárið spældi HB fýra teir fyrstu dystirnar í Gundadali (ein var útidystur ímóti B36).
Sjálvandi hevur HB spælt eins ofta á útivølli, sum øll hini. Men tað kann ikki útihýsast, at nógvir dystir í Gundadali tíðliga á árinum hava givið sjálvsálitinum eitt skump rætta vegin, samstundis sum virðingin hjá hinum fyri havnarmonnunum ikki er minkað.

Ætla ikki einki
Skála skal í vikuskiftinum til Vágs. VB fekk væl brúkiliga úrtøku í Runavík. VB er væl mannað, og tað skal ikki undrað, um teir fara at kappast, har tað er mest hugaligt. NSÍ venjarin staðfestir, at tað er ikki nóg gott hjá liði, sum ætlar sær at vera við í toppinum, bara at fáa javnt á heimavølli. Tað er so satt, sum tað er sagt.
Umframt støðuna hjá meistarunum er stóri spurningurin eftir fyrsta umfarið, hvussu sannførandi skálamenn eru. Teir hava gott fólk, og fyrsta royndin í ár bendi á, at Johan Nielsen nú rættuliga hevur megnað at seta dám á samanspælið hjá teimum.
Fuglfirðingar eru nýggja liðið í bestu deildini. GÍ fekk væntaða heimasigurin, og gøtumenn eiga framvegis til góða at tapa í ár. ÍF avrikið sunnudagin undirstrikaði, at ÍF eigur ikki at gerast kanónføði.
Í Klaksvík er lagið framvegis gott. Talan var ikki um meistaraspæl, men úrtøkan var full ímóti B68, sum kanska ikki verður so fyri ongum, sum bólkaumfarið kundi bent á. Bæði toftamenn og klaksvíkingar fara at fáa seg royndar næsta vikuskifti, tá ið teir skulu spæla ímóti ávikavíst GÍ og B36, sum eru feløgini, ið higartil hava verið mest sannførandi.
Kanska kundu avrikini og úrslitini í fyrsta umfarinum bent á, at 2004 kappingin fer at vera tøtt og harvið sera spennandi.
Um eina viku verður føroyski fótbóltsheimurin eitt sindur klókari, enn hann er eftir fyrsta umfarið. Tá verður greitt, hvussu tað fer at hilnast í 2. umfari. Skráin sunnudagin sær soleiðis út: B36?KÍ, B68?GÍ, EB/Streymur?HB, ÍF?NSÍ og VB?Skála.
Skipanin sigst vera ávegis. Tá ið hon verður tøk fer fótbólturin at rulla við fullari ferð.